Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tónleikur í Atlantis

Høgni Klakkstein

Jazz konsert við Sissel Vera Pettersen, (sang) og Nikolaj Hess (klaver) í Atlantis í kvøld tann 16. oktober kl. 20:00.

Fuglafjørður og Klaksvík fáa forvitnisliga, musikalska og musiska vitjan í næstum. Tað er kendi danski jasspianisturin, Nikolaj Hess og navnframa norska jasssangarin, saxofonspælarin og myndlistakvinnan, Sissel Vera Pettersen, sum saman við Nikolaj Hess fara á pallin í Atlantis mánadagin tann 16. oktober kl. 20:00 og í Mentanarhúsinum týsdagin tann 17. oktobur kl. 20:00.
Hesi hava spælt saman síðani 2003. Nikolaj Hess hevur verið áður í Fuglafirði, hetta var á Varmakeldu 2004, tá ið hann saman við brøðrum sínum gjørdi tónleikin til kantatuna hjá Alexandur Kristjansen Her livir bygdin, og spældu teir eisini undir til hesa kantatu. Nikolaj undirvísir á rytmiska sangháskúlanum í Keypmannahavn og á New Scool of Musik í New York. Vilt tú hava meira at vita um Nikolaj Hess, so hevur hann heimasíðuna: www.nhess.dk
Sissel Vera Pettersen er kent navn á norska jasspallinum. Hon hevur búð í Keypmannahavn síðani ár 2000, har hon arbeiðir sum “freelance tónleikari” og sum myndlistakvinna. Sissel setir eisini tónleik til film og ballettir. Hon hevur fingið fleiri heiðursgávur t.d. “Have no fear heiðursgávuna” frá Oslu jassradio og fekk í 2004 dunaskaps heiðursgávu frá jassfagnaðinum í Trondheimi, annars hevur Sissel heimasíðuna www.sisselvera.com , har fleiri upplýsingar fáa um hennara virksemi.
 
Hesir livandi tónleikarar finna saman á ljóðførum sínum í kendum poppløgum, fólkatónleiki, jassi, afrikanskum ljóðmyndum, indiskum ragas og lyriskum sálmaløgum, sum byggja upp undir eina livandi improvisitiatión, sum er verd at lurta eftir.

Atgongumerki á kr. 80,- fáast á Shell-støðini í Klaksvík, ella í húsinum ½ tíma áðrenn konsertina.

Harleywoodpaint