Lívsjáttandi tónleikur var á skránni í hesi seinastu konsertini hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla, sum nú er farin í summarfrí. Bæði einstaklingar og ljómlið sluppu at vísa nakað av tí, tey hava lært í vetur og tað var heldur ikki so lítið.
Tað skapir lív og gleði, at hoyra góðan tónleik, og tað er ikki minni lívsjáttandi at síggja børn og ungdóm.
Um tú fert á konsert hjá Klaksvíkar Tónlistaskúla, fært tú bæði hesi tingini samstundis, so tað sigur seg sjálvt, at tað er ein njóting fyri bæði oyru og eygu.
Konsertin, sum her verður sipað til, var í salinum hjá KFUM & K týskvøldið í hesi vikuni, og hon var eisini góð.
Serliga legði ein hesaferð til merkis, at rútmiskur tónleikur fekk eitt sindur størri rúmd á konsertini enn vanligt. Óiva kemst hetta m.a. av, at undirvísing í slagverki nú fer fram á Klaksvíkar Tónlistaskúla.
Eisini var konsertin merkt av eitt sindur meira lívligum ella "glaðum" tónleiki, enn ofta er at hoyra við slík høvi. Her kunnu nevnast dømi sum: "Skip to My Lou", "When the Saints", "King of the Road" og "Pippi Langsokkur", sum vórðu framførd av ungum ljómliðum.
Ein sera hugnalig løta og hugaligt punktum fyri skúlaárið 2002/03.




