– Húsið var niðurdottið – nú verður tað laðað uppaftur, steinur eftir stein. Ein sterk grund verður varandi! Tað finnast ongar sniðgøtur til sigurs, einans hart arbeiði – í síðsta enda verður tað bara tað, sum kann leiða KÍ aftur upp á sigurstindin.
Eftir áheitan frá Norðlýsinum hevur Tony Paris, høvuðsvenjari hjá KÍ, sent hesa heilsan:
Ein boðskapur av borðinum hjá høvuðsvenjaranum heima í Florida, USA – til øll KÍ-viðhaldsfólk.
Bara fyri at dagføra tykkum um heimferðina hjá mær vestur um Atlantarhavið … Eg fekk eina góða heimferð aftur higar til Florida, og í løtuni njóti eg at vera aftur í heimliga hugnanum hjá familjuni. Veðrið er passaligt og ikki ov heitt hesa tíðina á árinum (20 hitastig)!!!
Hvat var gott í farnu kapping?
Fyrst ein stutt endurtøka av hæddarpunktunum í farna kappingarári:
-Vit kvalifiseraðu okkum til Evropa næsta ár
-Vit mistu steypafinalusigurin í 84. minutti av finaluni
-Vit endaðu á einum 4. plássi í landskappingini
-Vit taptu bara 6 dystir alt kappingarárið!
Og… í ár var ongin nevniverdur tilburður av keðiligum slag uttan fyri leikvøllin, so sum verið hevur onnur ár.
Sjálvsvirðingin er vunnin aftur.
Eitt av teimum landsbløðunum setti mær spurningar um útmeldingina, sum eg gjørdi fyrr á árinum, at vit fóru at vinna okkurt hetta kappingarárið. Tað var sjálvandi mín egna ábyrgd at svara fyri tí.
Well, eg svaraði blaðnum, at svarið upp á handan spurningin er treytað av, hvat tú leggur í tað at vinna.
Vit vunnu uttan fyri vøllin, og vit vunnu eisini okkara sjálvsvirðing aftur, sum í mínum huga er ómetaliga virðismikið.
Hesir ”vinningar” eru í sjálvum sær ein stórur grundarsteinur undir framtíðar uppbyggingina av KÍ.’
Tey, sum roknaðu við, at vit fóru at vinna greipuna í ár, vóru órealistisk. At umskapast frá upploysn og óskili til stjørnuavrik upp á níggju mánaðar er ein risa avbjóðing fyri ein og hvønn venjara ella lið!
Leikararnir eru á rættari leið at læra tað og at fáa tann “vinnandi hugburðin” aftur, men hetta vil taka eitt sindur av tíð. Tit mugu vera tolin, tí tey góðu tingini henda teimum, sum hava viljan at bíða.
Hevur alit á leikarunum.
Nakrir leikarar eru fluttir frá KÍ, síðan eg kom aftur. Aðrir hava veruliga tikið við ábyrgd. Eingin er størri enn felagið. Hesar avleiðingar vóru væntandi, tí mín leiðsluháttur hóvar ikki øllum. Tann veiki hoknar undir trýstinum, og tað er tað, sum vit m.a. hava upplivað hetta farna árið. Eg trúgvi veruliga, at vit nú hava ein hóp, sum hevur viljan til at blíva so góður sum yvirhøvur tilber, og sum vil gera alt, sum stendur í teirra makt, fyri at vinna.
Eg havi alit á leikarunum í hópinum og havi framvegis ætlanir um at útvega leikarar afturat, fyri at gera liðið enn sterkari. Eg havi verið kræsin og umhugsin, áðrenn avgerðir verða tiknar um nýggjar leikarar.
Øll hóska ikki til KÍ-familjuna
Tað, at vit miðskeiðis í farna kappingarári tóku ein nýggjan leikara inn í hópin, vísti seg at verða til skaða fyri kemi’ina í hópinum og var ein forðing fyri framhaldandi sigrum, sum vit høvdu havt fyrr á árinum.
Fyri tann óvanda eygleiðaran kundi hesin leikarin tykjast at vera sannur fongur, men eg kann vissa tykkum um, at hann var ein vanlukka fyri liðið.
Eg vil ikki umrøða hetta málið meir enn gjørt er her, tí nú er tað søga. Men eitt er púra vist: Vit mugu vera púra vís í okkara søk, áðrenn vit taka ein ókendan leikara inn í KÍ-familjuna!
Einasta leiðin er hart arbeiði.
Tað vóru eisini leikarar, sum eg ynskti at fáa til KÍ, men sum ikki komu, tí onnur feløg vunnu kappingina um teir. Soleiðis eru treytirnar í hesum spælinum, sum vit eru partur av.
Húsið var niðurdottið – nú verður tað laðað uppaftur, steinur eftir stein. Ein sterk grund verður varandi! Tað finnast ongar sniðgøtur til sigurs, einans hart arbeiði – í síðsta enda verður tað bara tað, sum kann leiða KÍ aftur upp á sigurstindin.
Til seinast: Eg eri takksamur fyri tykkara stuðul hetta kappingarárið og vóni, at tit meginpartin av tíðini kundu njóta upplivingarnar.
Eg ynski tykkum eini hugnalig jól og eitt gott nýggjár!! Gleði meg at síggja tykkum øll í komandi ári!!
Virðingarmest
Tony Paris
høvuðsvenjari
Klaksvíkar Ítróttarfelag




