Tann 5. Januar 2010 fellur dómur í Føroyarætti har fyrrverandi KÍ venjarin Tony Paris, stevndi Klaksvíkar Ítróttarfelag eftir endurgjaldi fyri inntøkumiss í samband við at leiðslan í smápartafelagnum hevði sagt venjaran úr starvið. Venjarin kravdi góðar 1,8 mió. kr. í endurgjaldi.
Tann 5. Januar 2010 fellur dómur í Føroyarætti har fyrrverandi KÍ venjarin Tony Paris, stevndi Klaksvíkar Ítróttarfelag eftir endurgjaldi fyri inntøkumiss í samband við at leiðslan í smápartafelagnum hevði sagt venjaran úr starvið. Venjarin kravdi góðar 1,8 mió. kr. í endurgjaldi.
Nú arbeitt verður við at byggja nýtt skýlið, rennibreyt samstundis sum stórar íløgur eru og verða gjørdar í høllina er áhugavert at søgan um endan av KÍ høllini eisini verður umrødd.
Sambært dóminum var sáttmáli gjørdur millum sp/f Fyriskipan og venjaran 2. august 2005 har felagið bant seg at rinda venjaranum 240.000 kr. um árið í løn í eitt fýra ára skeið.
Sáttmálin kundi sigast upp eftir tvey ár um felagið rindaði kr. 240.000 í endurgjaldi.
Visión 2009
Sáttmálin við KÍ venjaran var liður í eini ætlan at endurreisa felagið, sum við árslok 2004 hevði eina samlaða skuld á 5. mió. kr. har næstan helvtin var lániskuld til Norðoya Sparikassa. Øll skuldin var fallin til gjaldingar og fleiri kreditorar íroknað sparikassin kravdu at fáa sínar pengar.
Klaksvíkar Ítróttarfelag varð einsamallur eigari av KÍ høllini og samráðingar vóru við býráðið um at yvirtaka KÍ høllina, men avtalan kommunan vildi bjóða var ikki nóg mikið til at felagið slapp undan kreditorunum.
Síðani tók felagið stig til nýggjar samráðingar har avtalað varð at Norðoya Sparikassi og KÍ settu á stovn P/F K.Í. høllin, sum keypti høllina frá KÍ fyri 6 mió. kr.. Samstundis settu KÍ og Norðoya Sparikassi 1.000.000 kr. hvør í partapeningi í P/F KÍ Høllina soleiðis at KÍ framhaldandi átti helvtina av høllini og nýggja partafelagið, sum nú einsamalt átti høllina hevði 2.000.000 kr. í eginpeningi.
Men samstundis bant KÍ seg til at rinda leigu fyri at fótbólturin og hondbólturin brúktu høllina, tí síðan høllin bleiv bygt hevði KÍ brúkt høllina ”vederlagtfrit”, sum tað stóð skrivað í tinglýsing fyri høllina. Harafturat gjørdi felagið eina avtalu við kommununa at stuðla ítróttarfelagnum við einum endurgjaldi fyri leigugjald teir tímar felagið brúkti høllina. Eisini gjørdi kommunan avtalu við P/F KÍ høllina um leigugjald fyri teir tímar skúlin brúkti høllina. Øll skuldu nú rindað fyri at brúka høllina og raksturin av høllini skuldi geva yvirskot soleiðis at Høllin hevði pengar til íløgur og samstundis varð greiður skilnaður millum K.Í. og høllina. Endamálið var at allar inntøkur hjá høllini komu høllini til góðar.
Eftir samráðingar við kreditorar kundi Klaksvíkar Ítróttarfelag á aðalfundi staðfesta at øll skuld var goldin og at felagið hevði fleiri hundrað túsund á bók í reiðum peningi í kassanum vegna stóra vælvild frá kredittorum.
Samstundis verður høvuðsstuðuls avtala gjørd við Norðoya Sparikassa, sum gevur felagnum meira enn hálva mió. kr. um árið í eitt fýra ára skeið, og nýtt sp/f KÍ verður sett á stovn við nýggjari nevnd og leiðslu fyri (kollsilda sp/f kí fyriskipan) at hava greiðan skilnað millum frítíðar og ungdómsfótbóltin og penga/yrkisfótbóltin í fremstu mannsdeildini.
Tað var eisini upprunaliga smápartafelagið (sp/f KÍ fyriskipan) sum Klaksvíkar Ítróttarfelag og stuðlar áttu í felag, sum gjørdi avtalu við Tony Paris um at stjórna fremsta liðnum eitt fýra ára skeið. Móðurfelagið gjørdi upprunaliga onga avtalu við venjaran og var einans partaeigari í smáartafelagnum og nýggja sp/f KÍ.
Samstundis var ein ætlan løgd fyri næstu fýra árini sum bleiv kend undir heitinum Visión 2009.
Tveir sáttmálar.
Í dóminum er staðfest at 18. August 2005 ger smápartafelagið ein sáttmála afturat við Tony Paris har smápartafelagið bindur seg til at rinda venjaranum eina samlaða ársløn á 235.000 kr. um árið pluss húsaleigu og flogbilettir einaferð um árið heim og aftur úr USA.
Tann 26. Mai 2006 undirskrivar formaður Klaksvíkar Ítróttarfelags váttan at móðurfelagið garanterar fyri avtalu, sum smápartafelagið sp/f KÍ fyriskipan hevði gjørt við Tony Paris. Tá formaðurin kunnar nevndina í Klaksvíkar Ítróttarfelag um at hann vegna felagið hevur undirskrivað hesa avtalu, var nevndin sera misnøgd – tí ætlanin var alla tíðina at halda pengafótbóltin burtur frá móðurfelagnum.
Tony Paris
greiður í rættinum frá at hann upprunaliga var kontaktaður av John William Joensen, nevndarlimi i KÍ við einum tilboði, sum samlað gav um 340.000 kr. um árið, men sum hann ikki kundi liva við. Men seinri undir samráðingum í Føroyum fekk hann eftir uppskoti frá KÍ eina avtalu sum av ”skattemessige hensyn” varð sett soleiðis saman at tað vóru gjørdir tveir sáttmálar har 1/3 av lønini skuldi rindast í Føroyum og 2/3 rindast í USA har skatturin var lægri.
Hann tók við sum venjari februar 2006, men var misnøgdur við at felagið ikki hevði megnað at skaffa honum hús og eftir samtalur við stjóran í smápartafelagnum, stjóran í NS sum var høvuðsstuðul og formannin í smápartafelagnum, avgerð venjarin at skilabest er at keypa eini hús, stendur at lesa í dóminum í Føroyarætti.
Nevnast kann at í 2006 vann KÍ silvur í kappingini um Løgmannssteypið og gjørdist nummar fýra í landskappingini, sum er besta úrslitið felagið hevur havt síðan 1999.
Aksel V. Jóhannesen,
greiður frá í rættinum, at hann í februar 2006 var biðin um at koma í nevndina í sp/f KÍ. Hann tók við sum nevndarformaður og tá vóru longu leikara kontraktir og sambært Aksel var samstarvið millum hann og Tony Paris gott eisini tá samráðst var við nýggjar leikarar í apríl sama ár. Men sum fráleið komu trupulleikar m.a. tað at venjarin sjálvur avgjørdi at keypa hús og hetta málið endaði við at formaðurin avgjørdi at rinda venjaranum millum 7 og 8.000 kr. um mánaðin til húsini. Aksel greiður frá at KÍ var nummar 8 tá venjarin var burturvístur, og skuldi kanska ligið nr. 5 og 6 men hetta var ikki orsøkin til uppsøgn, men aðrir samstarvstrupulleikar. Aksel váttar eisini at KÍ rindaði venjaranum løn eftir at hava yvirtikið aðra avtaluna við venjaran meðan smápartafelagið hevði rinda fyri hina avtaluna.
Fyrrverandi stjóri í smápartafelagnum greiður sambært dómsúrskurðinum frá í rættinum at tá hann tók við starvinum mitt í 2007 fekk venjarin 20.000 kr. um mánan gjøgnum A-skattaskipanina. Men hann sá eisini ein annan sáttmála har hann fekk 45.000 kr. um mánaðan og harafturat kom húsaleigan.
Niðurstøðan hjá rættinum bleiv at hóast samstarvstrupulleikar vóru, so vóru teir ikki nóg stórir til eina uppsøgn, serliga tí at leiðslan ongantíð hevði givið venjaranum ávaring.
Endurgjaldi umfatar tó bert tann sáttmálan, sum móðurfelagið yvirtók tann 15. mai 2006 og venjarin fær viðhald fyri løn í uppsagnartíðini.
KÍ varð í rættinum dømt at rindað Tony Paris kr. 500.134,90 + 60.000 kr. í sakarmáls kostnaði.
Nógvar skuldsetingar
Tað vóru nógvar skuldsetingar millum partarnar í rættinum um illoyalitet, tilboð um svartar pengar og stemningurin millum partarnar varð alt annað enn góður.
Sambært stevningini fekk Tony Paris útgoldið løn eftir tveimum sáttmálum. Sambært vitnisfrágreiðing frá seinasta stjóranum fekk Tony Paris útgoldið 19.944 kr. um mánaðan frá sp/f KÍ. Harafturat fekk hann sambært dómsúrskurðinum 37.359 kr. um mánaðan, sum sambært vitnisfrágreiðing hjá nevndarformanninum var útgoldin av móðurfelagnum.
Eftir at KÍ hevði góðtikið dómin og rinda bótina gekk ikki long tíð fyrr enn sp/f KÍ fór í søguna og KÍ høllin varð handað býráðnum og Klaksvíkar Ítróttarfelag noyddist at avskrivað 1.000.000 kr. sum felagið hevði sett sum partapening í p/f KÍ høllina. Samstundis rindaði býráðið Norðoya Sparikassa kr. 12.000.000,- fyri at yvirtaka báðar ítróttarhallirnar.
Skjótt verður aðalfundur í FSF har feløgini, sum stjórna fremstu fótbóltsdeildini í landinum, framvegis eru skipað sum frítíðarfeløg. Hetta hóast kappingin millum fremstu 10 feløgini í fremstu deildini hevur ein umsetning sum kanska er omanfyri 30 mió. kr. árliga. Hesir roknskapir eru ikki almennir og tí kunnu vit bara gita. Men av og á stinga mál seg upp sum Formula og Tony Paris málið – sum geva almenninginum avmarkað innlit.




