Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tony Paris venjari hjá KÍ á triðja sinni

Oliver Joensen

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur í kvøld sett nýggjan venjara og lógvabrestirnir dundu tá hetta varð gjørt kunnugt í KÍ-cafeteria í kvøld.

Norðoyingar allir hava helst hoyrt navnið á Tony Paris nevnt fyrr og øll, ið kenna bert eitt vet til fótbólt, vita helst at hetta verður triðja ferðin at hann kemur at standa fyri fremsta liðinum hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag í bestu deildini.
Væl og leingi hevur verið tosað um, hvør skuldi taka við venjarastarvinum hjá KÍ komandi kappingarár og tí var spenningurin útloystur í kvøld tá nevndin kunngjørdi, at sáttmáli bleiv undirskrivaður við Tony Paris á tíðindafundinum, sum hildin varð í kvøld. Sigast má, at í mun til aðalfundirnar hjá KÍ, var sera nógv fólk møtt upp í kvøld og hetta avspeglar helst samkensluna, sum stuðlar felagsins hava havt nú í rúma tíð, tá viðurskiftini í felagnum hava verið sera turbolent.
Sáttmálin sum nú er undirskrivaður við Tony Paris er fyri fýra ár og nýggi venjarin lat skýna ígjøgnum, at vit í næstum helst fara at síggja nýggjar leikarar koma afturat hópinum hjá KÍ.

Harleyfacadeacryl