Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppbrak í kvinnudeildini í kvøld

Jákup Ósá

Tey bæði fremstu liðini í kvinnudeildini, ið bæði hava fult stigatal, bresta saman í Djúpumýru í kvøld.

KÍ og EB/Streymur/Skála hava bæði vunnið allar sínar 4 dystir og hava júst sama málmun. EB/Streymur/Skála hava lagt saman til hetta kappingarárið og fleiri vænta, at hetta liðið kann fara at geva KÍ kvinnunum harða kapping í ár. Harðari enn HB, ið tapti við Margáir móti EB/Streymi/Skála fyri stuttum, og sum eisini hevur tapt móti KÍ í bæði lands- og steypakappingini. Tí er hetta uttan iva størsta avbjóðingin hjá Kí kvinnum higartil í ár.

Topp dysturin í Klaksvík byrjar í kvøld kl. 18.30.