Leygardagin verður toppdystur í 1.deild á Argjum, har KÍ vitjar hjá AB.
Leygardagin verður toppdystur í 1.deild á Argjum, har KÍ vitjar hjá AB.
Undan dystinum eru hesi bæði liðini tey, ið kappast um fremsta plássið. AB hevur 37 stig, eitt fleiri enn KÍ. B68 hevur 29 stig á 3. plássi.
AB hevur bara tapt ein dyst hetta kappingarárið og tað var ímóti júst KÍ, meðan KÍ hevur tapt tveir dystir, móti B68 og HB.
Dysturin á Argjum byrjar kl. 17.00, og dómari verður Súni Fríði Johannesen.




