Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppdystur í dag

Ítróttur

KÍ og HB møtast í toppdysti hjá U14 dreingjum, sum verður spældur í Klaksvík kl. 13.00.

KÍ og HB møtast í toppdysti hjá U14, sum verður spældur í Klaksvík kl. 13.00.

Undan dystinum er KÍ á odda í landskappingini hjá U14 dreingjum. KÍ hevur 19 stig, men HB er beint aftanfyri við 18 stigum. HB hevur leikt ein dyst færri. Hetta eru liðini, sum saman við B36 síggja út til at fara at kappast um FM í ár. Bæði KÍ og HB eru eisini í hálvfinaluni í steypakappingini.

Agnar Frederiksen, sum er annar av høvuðsvenjarunum hjá KÍ, sigur, at hetta er ein dystur, sum teir gleða seg til, tí hetta eru tvey lið, sum vanliga spæla góðar, spennandi og undirhaldandi dystir, har dentur hjá báðum verður lagdur á gott fótbóltsspæl.

– Eg haldi ikki eg sigi ov nógv, tá eg sigi, at bæði okkara dreingir og teir hjá Jan Dam (venjari hjá HB) leggja dent á fótbóltsspælið. Liðini spældu tveir venjingardystir áðrenn kappingina, og teir endaðu báðir við javnleiki. Í Havn endaði tað 4-4 í einum frálíkum dysti, sum bleiv spældur í mars mánaða. Høvuðsvenjarin hjá Effoliðnum hjá HB, Heðin Askham, var millum áskoðararnar og hann rósti báðum liðunum nógv. Tað er eingin ivi um, at vit ætla okkum trýr stig og vit vilja meir enn gjarna hava nógv fólk at stuðla okkum, sigur Agnar Frederiksen.

Hann sigur víðari, at fólkini kring U14 liðið hjá KÍ ofta gera nógv burturúr at skapa góðar karmar kring liðið, og hesaferð verður eisini nógv gjørt burturúr.

– Vit hava upphitingartónleik og klokkan verður brúkt. Harafturat verður dysturin tikin upp á video, so leikararnir fáa ein smakk av umstøðum, sum minna um tær hjá besta liðnum, sigur Agnar Frederiksen, sum leggur afturat, at skulu áskoðarar síggja nakað av tí besta, sum føroyskur ungdómsfótbóltur hevur at bjóða uppá í løtuni, so skulu tey koma at hyggja leygardagin.

Dysturin við Djúpumýru byrjar leygardagin kl. 13.00. Dómari verður Rúni Heinesen og linjuverjar vera Jón Purkhús og Robert í Heimustovu Johannesen.