Verður ikki spælandi í badmintonhøllini, so verður dysturin fluttur í KÍ høllina, tá Team Klaksvík og KÍF møtast í toppdysti í bólki 1 mikukvøldið.
Tað verður toppdystur í bólki 1 í steypakappingini, tá KÍF vitjar Team Klaksvík mikukvøldið. Alt bendur at dysturin verður leiktur – eisini um tað verður regn. Tí sum skilst er ætlanin at royna at bøta um tekjuna í badmintonhøllini, so spælast kann mikukvøldið. Um hetta ikki eydnast, so verður dysturin spældur í KÍ høllini, har tað ikki lekur so illa, at tað ikki er spælandi, frætta vit frá Team Klaksvík.
Team Klaksvík vann í Havn móti Neistanum um vikuskiftið, meðan KÍF vann móti H71. Sostatt er talan um toppdyst í bólki 1, har liðini spæla tríggjar dystir og har tvey lið fara víðari. KÍF er oddalið í landskappingini, meðan Team Klaksvík er aftast, so út frá tí má KÍF framvegis metast sum greiður favorittur. Men Team Klaksvík hevur fingið styrk seinastu tíðina og sigurin í Havn á Neistanum vísti, at Team Klaksvík í løtuni helst er væl betri enn stigatalvan vísir.
Hjá Team Klaksvík eru allir mans tøkir, hóast onkrir dragast við snuddir. Danski málverjin Søren Biel verður eisini við hendan dystin. Hann spælir eins og Dusko Petrusic væntandi sín fyrsta heimadyst mikukvøldið.
Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 19.30. Og sum nevnt, so kunnu áskoðararnir føla seg vísar í, at dysturin ikki verður avlýstur mikukvøldið, men at møguleiki er fyri, at hann verður spældur í KÍ høllini, um tað fer at regna og Badmintonhøllin fer at leka ov illa. Veðurforsøgnin sigur ikki frá nøkrum ógvusligum regni, men at møguleikin tó er fyri, at dropar fara at koma onkrar løtur mikukvøldið.