Áðrenn Effodystin verður dystur um oddasessin í bestu kvinnudeildini.
Aftur í ár tykist EB/Streymur/Skála at vera eitt lið, ið ætlar sær at steðga sigursrøðini hjá KÍ. Seinnu árini hevur hetta felagsliðið verið tað liðið, ið hevur givið KÍ harðastu kappingina. Men hvørjaferð hevur KÍ enda omaná í landskappingini. Eftir tvey tey fyrstu umførini í ár bendur okkurt á, at tað eisini vera hesi bæði liðini, sum koma at kappast um meistaraheitið í ár. Tey liggja jøvn við fullum stigatali og málmuninum 7-1.
Dysturin í Klaksvík 2. páskadag byrjar kl. 12.30.




