Oddaliðið EB/Streymur/Skála vitjar í Klaksvík.
EB/Streymur/Skála gjørdist í fjør liðið, sum steðgaði sigursrøðini hjá KÍ kvinnunum. Felagsliðið hevur eisini fingið eina flúgvandi byrjan uppá hetta kappingarárið og hevur vunnið allar dystirnar. KÍ hevur tapt ein dyst og vunnið hinar, so talan er um toppdyst. Liðini hava ikki spælt móti hvørjum øðrum fyrr í ár.
Dysturin í Klaksvík í kvøld byrjar kl. 18.00.


