Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Toppdystur í Runavík í bestu kvinnudeildini

Jákup Ósá

Annan hvítusunnudag spæla kvinnurnar hjá NSÍ og KÍ toppdyst í Runavík.

Liðini hava spælt einaferð móti hvørjum øðrum í landskappingini í ár, og tá vann NSÍ 2-1 í Klaksvík. Bæði liðini hava eisini tapt móti HB í Havn og tí liggur NSÍ á odda, trý stig frammanfyri KÍ, sum liggur á 2. plássi frammanfyri HBa 3. plássi.

Hetta er triðseinasta umfar í grundspælinum, men liðini fáa øll síni stig við til meistarabólkin, so talan er um sera týdningarmiklan dyst fyri FM-stríðið.

Dysturin í Runavík byrjar kl. 13.00.