Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Toppdystur í Sarpugerði í morgin

Jákup Ósá

Tey bæði liðini við flest stigum eftir fýra umførum møtast í Sarpugerði mikukvøldið.

KÍ er oddalið við fullum stigatali, meðan Víkingur á 2. plássi hevur fýra stig færri. Hvørki av liðunum hevur tapt nakran dyst. Talan er sostatt um týdningarmiklan dyst, serliga fyri Víking. Tí vinnur Víkingur, so verður bara eitt stig upp til oddasessin, meðan eitt ap sendur Víking sjey stig afturum oddin.

Dysturin í Sarpugerði byrjar kl. 19.00. Dómari verður Dagfinn Forná.

Harleywoodpaint