Sjálvt um Hjalgrím Elttør var við Blákolluni, so vann Útistova fótbóltsdystin á Djúpumýru týsdagin.
Dreingirnir í Útistovu dáma væl at spæla fótbólt. Teir fylgja eisini væl við í útlendskum fótbólti, og tí dámar teimum at kalla seg Ronaldo, Ronaldinhio og sofram, men ein teirra er sannur Hjalgrím Elttør fan, og tá so Hjalgrím starvast í barnagarðinum Blákolluni, so gjørdu tey í útistovu av at bjóða Blákolluni av.
Avgerðin varð tikin í fjør, og tit kunnu ætla at spenningurin hevur verið stórur í Útistovu síðani.
Týsdagin upprann so stóri dagurin, og sera nógv fólk stúgvaðust um fótbóltsvøllin tá dómarin bríkslaði dystin ígongd.
Dysturin endaði við at Útistova vann 6-3 og enntá skoraði ein av leikarunum hjá Útistovu tá Hjalgrím var málmaður hjá Blákolluni, so hetta var dagur í viku.




