Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppdystur sunnudagin

John William Joensen

Sunnudagin verður avgerandi dystur um meistaraheitið í kvinnuhondbólti í KÍ-høllini

Kl. 16:00 sunnudagin tøran Oddaliði í føroysku kvinnudeildini í hondbólti, Stjørnan, og meistararnir úr Vági saman í toppdysti, sum kann gerast avgerðandi um Stjørnan verður føroyameistari.
VB liggur í løtuni á øðrum plássi, trí stig aftan fyri Stjørnuna, so um VB vinnur dystin verður rættuligur spenningur um FM kappingina.
– Men vinnur Stjørnan dystin eru flestu hondbóltskøn á einum máli um at kvinnurnar úr Klaksvík verða ringar at taka aftur.
Orðsaka av at Útvarp Føroya fer at senda beinleiðis úr KÍ-høllini er dysturin settur at verða kl. 16:00.