Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Toppdysturin sunnudagin kann blíva avgerandi

Jákup Ósá

HB kann koma heilt uppat KÍ, men KÍ kann eisini sláa seg heilt leyst av HB.

Sunnudagin kl. 15.00 verður toppdystur í Gundadali millum arvafíggindarnar HB-KÍ. Undan dystinum er KÍ fýra stig frammanfyri HB og so liggur B36 á 3. plássi, seks stig aftanfyri oddaliðið. Dysturin sunnudagin fær sostatt stóran týdning fyri FM-stríðið

HB skal helst vinna, meðan KÍ betri kann liva við javnleiki. Í B36 verður helst vónað, at KÍ ikki vinnur, tí vinnur KÍ ikki og B36 vinnur heimadystin móti ÍF, so fer B36 at nærkast toppinum.

KÍ er einasta liðið við fullum stigatali, meðan HB er einasta liðið, sum ongan dyst hevur tapt í báðum kappingunum samanlagt. Annað av hesum stendur ikki við eftir dystin sunnudagin.

Hetta er fyrsta uppgerðin hjá HB móti KÍ undir Jákupi Martin Joensen og fyrsta uppgerðin hjá KÍ móti HB undir Magna Hoseth. Tað er nógv sum í løtuni bendur á, at vinnarin av hesum dystinum er tann, sum stendur við bestu kortunum at vinna FM hóast 18 umfør eru eftir.

Hjá báðum liðum eru skaðar sum arga. Hjá HB, sum skjótt væntast at fáa Hera Mohr og Daniel Johansen afturat til dystarhóparnar, eru tað m.a. Bartal Wardum, Hørður Askham og Samuel Chukwudi, men burtursæð frá Bartal, so komu hinir báðir á vøllin móti B36 týskvøldið. Hjá KÍ var Patrick Da Silva ikki í hópinum seinast, meðan Árni Frederiksberg og Heini Vatnsdal byrjaðu á bonkinum. Árni kom á vøllin og avgjørdi dystin.

Harleyfacadeacryl