Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppliðini væl fyri

Jákup Ósá

Tey bæði bestu liðini í fjør vunnu stórsigrar í venjingardystum í Gundadali í dag.

Tey bæði bestu liðini í fjør vunnu stórsigrar í venjingardystum í Gundadali í dag.

Nú er gongd komin á fyrireikingarnar til fótbóltskappingina. Í dag vóru fleiri venjingardystir leiktir. Í Gundadali spældi HB og EB/Streymur, meðan B36 tók ímóti 07Vestur.

Arnbjørn kom í gongd

HB vann 3-0 á EB/Streymi. Arnbjørn T. Hansen fekk sítt fyrsta mál fyri besta liðið hjá HB. EB/Streymur hevur havt eina stóra útskifting í sínum hópi, og tað sást aftur á hópinum í dag, har nógvir leikarar uttan royndir í bestu deildini sluppu at royna seg.

HB-EB/Streymur 3-0

1-0: Arnbjørn T. Hansen

2-0: René S. Joensen

3-0: Páll M. Joensen

HB byrjaði við hesum liðnum: Teitur M. Gestsson – Jóhan T. Davidsen, Gunnar Haraldsen, Rógvi S. Holm, Alex dos Santos – Christian R. Mouritsen, René S. Joensen, Levi Hanssen, Pál M. Joensen – Andrew av Fløtum – Arnbjørn T. Hansen. Seinni komu hesir inn: Petur S. Thomsen, Jógvan Rói Davidsen, Daniel Johansen, Teit Jacobsen, Bartal Wardum, Poul Ingason, Heri Mohr, Páll M. Joensen og Adrian Justinussen. HB manglaði Fróða Benjaminsen og Símun Samuelsen.

EB/Streymur byrjaði við hesum liðnum: Jákup Højgaard – Ragnar B. Danielsen, Árni G. Olsen, Tonny Kruse, Jóhannes Hansen – Rói Olsen, Niels Pauli Danielsen, Tóki H. Johannesen – Jan á Høgaryggi, Hanus Olsen – Arnar Dam. Seinni komu hesir inn: Jákup Andrias Hansen, Andras Olsen, Andru Poulsen, Teitur K. Johannesen, Ólavur Ejdesgaard, Jónstein Magnussen, Petur Zachariassen og Eyðstein Zachariassen. EB/Streymur manglaði Jónas Tór Næs, Rógvi E. Nielsen, Brian Olsen og Leif Niclassen.

FM vinnararnir vístu ræðandi styrki

Tað er sjáldan, at munurin í málum er so stórur – eisini um talan er um dyst millum lið í Effodeildini og 1.deild – sum tá B36 og 07Vestur spældu í dag. FM vinnararnir vunnu heili 10-0, og tá skal eisini viðmerkjast, at B36 spældi uttan kanska fimm leikarar, sum kunnu roknast at vera í uppstillingini, tá kappingin byrjar.

B36-07Vestur 10-0 (7-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz
2-0: Sjálvmál
3-0: Róaldur Jakobsen
4-0: Lukasz Cieslewicz
5-0: Lukasz Cieslewicz
6-0: Hanus Thorleifsson
7-0: Gestur Dam
8-0: Karl Martin Danielsen
9-0: Rasmus Dan Sørensen
10-0: Benjamin Heinesen

B36 byrjaði við hesum liðnum: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Robert Heðin Brockie, Gestur Dam – Andrias Eriksen, Róaldur Jakobsen, Árni G. Nielsen – Benjamin Heinesen, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson.
Seinni komu hesir inn: Karl Martin Danielsen, Rasmus Dan Sørensen, Hannes Agnarsson, Pætur Petersen, Neli Heldarskarð og Benjamin Oskarsson. B36 manglaði Trygva Askham, Alex Mellemgaard, Odmar Færø, Eli F. Nielsen, Jákup á Borg, Hans Paula Samuelsen og Ibrahima Camara.

Myndina tók Knút Olsen í Gundadali í dag