ÍF hevur gjørt avtalu við danskan álopsleikara.
ÍF hevur gjørt avtalu við danskan álopsleikara.
Bold.dk skrivar, at ÍF hevur gjørt avtalu við álopsleikaran Frederil Poulsen. Frederik hevur spælt við Vejgaard í triðbestu donsku deildini. Vejgaard endaði aftast og flutti niður, men Frederik bleiv toppskjútti hjá liðnum við 8 málum. Frederik hevur gjørt avtalu við ÍF fyri restina av kappingini og væntast at vera tøkur longu sunnudagin, tá ÍF vitjar EB/Streym.
Mynd: Lars Bo Nielsen




