Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toppur móti botni

Jákup Ósá

KÍF tekur seinnapartin ímóti Team Klaksvík. 

Hesi bæði liðini spældu eisini fyrsta dystin í hesum kappingarárinum í Kollafirði og tá vann KÍF 34-13. Team Klaksvík er skert til dystin. Dusko Petrusic kom í vikuni til landið og skal avloysa Igor Petrikeev, men hann verður ikki við í dag. Loyvini eru ikki komin uppá pláss enn, men í Team Klaksvík vóna teir, at hann verður tøkur til komandi heimadyst móti STÍF.

Dysturin í Kollafirði byrjar kl. 16.00.