10 ára gamli Tór Joensen, sonur Høgna Joensen úr Klaksvík, gjørdi enn einaferð um seg innan telving í Danmark, tá ið hann sunnudagin gjørdist danmarkarmeistari í aldursbólkinum 10 ár – hann skal tí umboða Danmark í NM-kappingini, sum verður í Føroyum í februar.
Talan var um íalt 8 umfør í hesi kappingini, har Tór vann 6 talv, hann tapti 1, og 1 endaði við remis (javnleiki).
Sostatt fekk Tór íalt 6½ stig, meðan nr. 2 fekk 6 stig, og harvið varð Tór danmarkarmeistari enn einaferð.
Á www.skoleskak.dk verður m.a. skrivað soleiðis:
“Stort tillykke til alle de nye Danmarksmestre!! nr. 1 og 2 i A-E gruppen skal desuden dyste mod de skarpeste hjerner fra de andre nordiske lande ved DM på Færøerne til februar”.
Sostatt er greitt, at Tór kemur heim til Føroya at spæla í februar mánað í komandi ár, har hann sum hálvur klaksvíkingur skal umboða Danmark í sama bólki sum Julian Gregersen úr Klaksvík, sum júst er blivin føroyameistari í hesum sama bólkinum.
Fyri einum ári síðan ella so vann Tór eisini DM í hesum sama aldursbólkinum, so talan er veruliga um ein stinnan telvara.
Tor Joensen er sonur Tine og Høgna Joensen, og búgva tey í Struer.
Pápin, Høgni, sum er útbúgvin sivil-verkfrøðingur, er sonur Oddvør og Ivan Joensen í Klaksvík. Ivan er best kendur her í lokaløkinum, sum Ivan á Com-Data (nú Senta), har hann í mong ár hevur verið partur av teknisku deildini ella tænastudeildini sum elektronikk- og kopitøkningur.




