“Ongin minnist longur skúlan, sum tók fulla ábyrgd fyri at útbúgva næmingar á greiðum og avmarkaðum fakligum økjum”, sigur Ulla Nørtoft Thomsen cand. mag. og seminarieadjunkt í áhugaverdari klummu inni á 180grader.
Skúlin inn í óviðkomandi áhugamál
Hóast Ulla Nørtoft Thomsen í klummuni “Hyggeskolen” skrivar um danska fólkaskúlan, eru fleiri drøg at kenna aftur í føroyska fólkaskúlanum. Hon skrivar m.a., at í dag skal skúlin inn og hava meining um og viðgera øll privat viðurskifti hjá næmingunum. Fólkaskúlalógin, sum áður hevði verið greið tala, har uppgávan hjá skúlanum var faklig, sigur nú, at næmingarnir skulu hava “møguleika” fyri at læra nakað. Ongin minnist longur skúlan, sum tók fulla ábyrgd fyri at útbúgva næmingar á greiðum og avmarkaðum fakligum økjum. Dagsins foreldur hava sjálvi verið í hesi skipan, og tí krevja tey bara, at skúlin skal inn í viðurskifti, sum ikki átti at havt skúlans áhuga, og sum avleiðing ikki tekur veruliga endamál skúlans í álvara.
Sosialt skúlaverk
Hugsast kann, at eisini føroyski fólkaskúlin seinastu fleiri árini er gliðin út á eitt síðuspor, sum hevur ført alla skipanina av leið. Eingin ivi er um, at føroyski fólkaskúlin er ein dýrgripur fyri samfelagið. Her liggur veruligt potentiali, bæði í lærarum og næmingum, sum tó ikki verður nýtt til fulnar.
Ein stórur, væl dokumenteraður trupulleiki er, at lærarar, sum hava ambitiónir og fakliga gleði at undirvísa, verða alt ov ofta avbrotnir og settir til uppgávur, teir ikki hava hug til ella eru útbúnir til. Hetta krevur nógva tíð og óneyðuga nógv fundarvirksemi. Tað tykist sum um, at skúlin gerst meir og meir eitt sosialt skúlaverk, enn eitt spennandi fakligt kraftsentur.
Neyðugt við broytingum
Væl vitandi um stóra munin á finska og føroyska samfelagnum, havi eg hug aftur at nevna áðurnevndu klummu, sum eisini kemur inn á PISA og finska skúlaverkið. Nøkur punkt, sum finski skúlin m.a.raðfestur høgt er:
differentiera greitt og avgjørt
hava eina greiða dagsskrá
avmarkað og skipað samskifti millum heim og skúla
færri fundir – bæði við leiðslu, lærarar og foreldur
strukturerað undirvísing, sum sjálvdan verður avbrotin
høg krøv til læraraútbúgvingina
leggja størri dent á einstøku lærugreinina enn tvørfakligheit og læraratoymi
Í skúlaverkinum eyðkennir tað bæði næmingar, foreldur og lærarar, at tey virðismeta fakliga vitan, sum týdningarmesta endamál og eisini skyldu skúlans.
Trivnaður og fakligheit
Í dag er trivnaður settur á dagsskránna í føroyska fólkaskúlanum og er sjálvandi tvingandi neyðugur, um næmingarnir skulu verða førir fyri at mennast. Tó síggi eg vanda í, at krøvini til trivnaðin ikki verða flættað saman við góðum fakligum støði og umhvørvi.
Trupulleikin er kanska, at trivnaður og fakligheit ofta verða sett upp ímóti hvørjum øðrum. Havi onkuntíð hug at halda, at skúlin heldur velur trivnað millum næmingar, enn fakliga sterkar næmingar. Tó nýtist hetta als ikki at vera antin ella.
Tað er ongin grund at halda, at næmingar fara at trívast verri um fakliga ferðin verður økt. Tað er heldur ongin grund at halda, at gjógvin millum veiku og sterku næmingarnar verður djúpri. Eg eri vís í, at allir næmingar verða lyftir upp á hægri støði bæði fakliga og sosialt. Ulla Nørtoft Thomsen vísir eisini á, at í finska skúlanum, har fakliga ferðin er høg, trívast næmingar betur enn eitt nú danskir næmingar.
Tað er ongantíð rætt bara blint at taka til sín tað, sum onnur gera. Tó kunnu vit erliga siga, at tað í løtuni er ov ógreitt, hvat endamálið við føroyska fólkaskúlanum er, og hvat hann stendur fyri. Áðrenn vit gera okkum hetta greitt, koma vit ikki til týdningarmesta kravið til skúlan, sum er at hava fakliga stoltar lærarar, sum veruliga trívast í starvinum.
Tóra við Keldu
www.myspace.com/toravidkeldu
T-postur hjarta@kallnet.fo




