Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Toran slóg niður í hús í Saltangará

John William Joensen

Eg var júst komin inn tá hvøllur brestur var uttanfyri og kontakt og sikrigar sprongdust úr vegginum. Ljóspera brast úr loftinum oman yvir børnini meðan tey sótu og ótu døgurða. Heimatelefonin brendist og fór í knús og oljufýringin fekk stóran skaða, greiðir Eli Lassen, sum dagliga starvast sum stjóri í Atlantic Suply Base.

Tað var ein dramatisk løta tá toran beint áðrenn middag slóg niður millum húsini í Saltangará. Stjórin á Atlantic Supply Base, Eli Lassen, var júst komin inn um dyrnar heima við hús – tá toran slóg niður.

Eg var júst komin inn tá hvøllur brestur var uttanfyri og kontakt og sikringar sprongdust úr vegginum. Ljóspera brast úr loftinum oman yvir børnini meðan tey sótu og ótu døgurða. Heimatelefonin brendist og fór í knús og oljufýringin fekk stóran skaða.

Alt sum inni var rystist tá toran slóg niður.

Verri stendur til hjá grannanum har húsini hava fingið so stóran skaða at tey krevja stórar ábøtir. 8 metrar er millum húsini og vit meta at toran hevur sligið niður ímillum húsini og hevur gjørt skaðar á fleiri hús her um leiðir. Einar 20 til 30 oljufýringar hava fingið skaða og nógvir routarar brotnaðir kring um í bygdini. Harafturat fór internet og telefon sambandi, men so vítt eg veit er eingin persónsskaði. Ilt er at vita hvat hevði hent við mær um hon hevði sligið niður nøkur sekund fyrr, tí tá var eg staddur í túninum, beint har sum toran slóg niður, greiður Eli Lassen frá sum hóast hann hevur silt nógv á fjarleiðum og ofta sæð og upplivað toruna – ongantíð hevur merkt hana so nær sum í morgun. Tað var eitt undur at eingin fólkaskaði hendi, sigur hann.

Sí myndir niðanfyri sum Eli hevur sent okkum.