Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórbjørn fleiri spurningar til landsstýri

John William Joensen

Munnligir fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 15. apríl 2009:

—— —— ——-

Spurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum:

• Hvussu hevur landsstýrismaðurin svart uppá hvítt, mótvegis sínum samgongufeløgum, váttað, at svartkjaftabýtið skal ganga umaftur frá ársskiftinum komandi, og hvussu ætlar landsstýrismaðurin, samsvarandi hesi váttan, at nýggja býtið skal vera øðrvísið enn tað, sum longu er fráboðað reiðaríunum og almenninginum á heimasíðu fiskimálaráðsins, og hvussu ætlar landsstýrismaðurin at praktisera brúksskylduna, sum forkvinnan í vinnunevndini fráboðaði í Degi & viku fríggjakvøldið 3. apríl 2009?

Viðmerkingar:

26. mars 2009 boðar Fiskimálaráðið á heimasíðuni frá, at svartkjaftakvotan er býtt, og frymilin um býtið liggur sum skjal við fráboðanini. Nakað av almennum orðaskifti varð um hetta býtið, og m.a. var viðgerð av hesum á samgongufundi fríggjadagin 3. apríl.

Táið sjónvarpskutið verður annonserað í tíðindasendingini eftir samgongufundin, verður staðfest, at svartkjaftaósemjan bara er útsett til komandi ár, og at landsstýrismaðurin hevur bakka, serliga í mun til Javnaðarflokkin og síðani í mun til nakrar floksfelagar, sum sigast ikki vera nøgdir við gjørda býtið. Samrøðurnar seinri geva tó onga greiða ábending um hvør veruliga niðurstøðan gjørdist hesum viðvíkjandi á hesum samgongufundinum.

Løgmaður er rættiliga greiður, táið hann sigur: ”Sum eg metti støðuna høvdu vit absolutt givið landsstýrismanninum grønt ljós.” Tvs., at eitt savnað landsstýrið væl frammanundan hesum fundinum hevur góðkent býtið, sum landsstýrismaðurin seinri hevur almannakunngjørt samsvarandi hesi landsstýrissemju, sum løgmaður vísir til.

Spurd um sína hugsan eftir fundin svarar forkvinnan í vinnunevnd løgtingsins: ”Javnaðarflokkurin er nøgdur í tann mun, at landsstýrismaðurin fer at hyggja eftir hesum býtinum, sum er gjørt, og at hetta býtið er galdandi fyri 2009. Og hann fer at endurskoða og vita, um nú hetta her var tað rætta fyri komandi ár, táið býtast skal aftur.” Eftir at sjónvarpsmaðurin hevur spurt, um Javnaðarflokkurin hevur fingið tað svart uppá hvítt, at hetta býtið bara er galdandi fyri 2009, svarar Katrin Dahl Jacobsen soleiðis: ”Ja, tað hava vit, og tað eru onnur viðurskifti eisini í hesum her, tað er sovorðið sum brúksskylda, tað er nakað vit arbeiða við, eisini at man áleggur at tað er brúkssylda, og at óbrúktar kvotur fella aftur til landið, sum landsstýrismaðurin so kann lata aftur til teir aktivu aktørarnar.”

Nú góð hálvonnur vika er gingin síðan samgongufundin, ber framvegis ikki til at finna nakra almenna fráboðan um, at Javnarflokkurin o.o. hava fingið nakra svarta-uppá-hvítt váttan fyri, at svartkjaftabýtið, sum gjørt er, bara er galdandi fyri 2009. Tí verður hesin spurningurin settur.

Spurningur til Katrin Dahl Jacobsen, forkvinnu í vinnunevnd løgtingsins:

• Hvussu hevur landsstýrismaðurin svart uppá hvítt, mótvegis sínum samgongufeløgum, váttað, at svartkjaftabýtið skal ganga umaftur frá ársskiftinum komandi, og hvussu ætlar forkvinnan í vinnunevnd løgtingsins, samsvarandi hesi váttan, at nýggja býtið skal vera øðrvísið enn tað, sum longu er fráboðað reiðaríunum og almenninginum á heimasíðu Fiskimálaráðsins, og hvussu ætlar forkvinna vinnunevnd løgtingsins, at landsstýrismaðurin skal praktisera brúksskylduna, sum Katrin Dahl Jacobsen fráboðaði hesum viðvíkjandi í Degi & viku fríggjakvøldið 3. apríl 2009?

Viðmerkingar:

26. mars 2009 boðar Fiskimálaráðið á heimasíðuni frá, at svartkjaftakvotan er býtt, og frymilin um býtið liggur sum skjal við fráboðanini. Nakað av almennum orðaskifti varð um hetta býtið, og m.a. var viðgerð av hesum á samgongufundi fríggjadagin 3. apríl.

Táið sjónvarpskutið verður annonserað í tíðindasendingini eftir samgongufundin, verður staðfest, at svartkjaftaósemjan bara er útsett til komandi ár, og at landsstýrismaðurin hevur bakka, serliga í mun til Javnaðarflokkin og síðani í mun til nakrar floksfelagar, sum sigast ikki vera nøgdir við gjørda býtið. Samrøðurnar seinri geva tó onga greiða ábending um hvør veruliga niðurstøðan gjørdist hesum viðvíkjandi á hesum samgongufundinum.

Løgmaður er rættiliga greiður, táið hann sigur: ”Sum eg metti støðuna høvdu vit absolutt givið landsstýrismanninum grønt ljós.” Tvs., at eitt savnað landsstýrið væl frammanundan hesum fundinum hevur góðkent býtið, sum landsstýrismaðurin seinri hevur almannakunngjørt samsvarandi hesi landsstýrissemju, sum løgmaður vísir til.

Spurd um sína hugsan eftir fundin svarar forkvinnan í vinnunevnd løgtingsins: ”Javnaðarflokkurin er nøgdur í tann mun, at landsstýrismaðurin fer at hyggja eftir hesum býtinum, sum er gjørt, og at hetta býtið er galdandi fyri 2009. Og hann fer at endurskoða og vita, um nú hetta her var tað rætta fyri komandi ár, táið býtast skal aftur.” Eftir at sjónvarpsmaðurin hevur spurt, um Javnaðarflokkurin hevur fingið tað svart uppá hvítt, at hetta býtið bara er galdandi fyri 2009, svarar Katrin Dahl Jacobsen soleiðis: ”Ja, tað hava vit, og tað eru onnur viðurskifti eisini í hesum her, tað er sovorðið sum brúksskylda, tað er nakað vit arbeiða við, eisini at man áleggur at tað er brúkssylda, og at óbrúktar kvotur fella aftur til landið, sum landsstýrismaðurin so kann lata aftur til teir aktivu aktørarnar.”

Nú góð hálvonnur vika er gingin síðan samgongufundin, ber framvegis ikki til at finna nakra almenna fráboðan um, at Javnarflokkurin o.o. hava fingið nakra svarta-uppá-hvítt váttan fyri, at svartkjaftabýtið, sum gjørt er, bara er galdandi fyri 2009. Tí verður hesin spurningurin settur.

Spurningur til Alfred Olsen, formann í rættarnevndini:

• Er rættarnevndin farin undir viðgerðina av løgtingsmáli no. 140/2008, sum er uppskot um broytingar og dagføringar í donsku revsilógini, ið er galdandi í Føroyum. Hevur formaðurin nakra ítøkiliga ætlan um, nær álit verður skrivað, og nær málið kemur til aðru viðgerð í tinginum, og hevur formaðurin fingið greiði á, um tað í málinum fer at bera til at atkvøða fyri hvørja grein sær, ella um neyðugt verður at atkvøða fyri øllum broytingaruppskotinum undir einum. Hvat heldur formaðurin annars um uppskotið (140/2008), sum samgonga hansara var samd um at leggja fyri tingið?

Viðmerkingar:

Málið varð lagt fram 6. mars, men kom ikki til fyrstu viðgerð fyrrenn 25. mars. Herímillum var stór, professionel og víðfevnd kunning um uppskotið, á gistingarhúsinum Hafnia, har m.a. formaðurin í rættarnevndini var til staðar, og skuldi hetta ivaleyst skiljast soleiðis, at hetta var eitt mál sum landsstýriskvinnan og avvarðandi nevndarformaður á tingið, í felag skuldu bera ígjøgnum fólkaræðisligu prosessina í parlamentinum. Spurningurin verður settur, tí greitt varð undir fyrstu viðgerð, at ein av samgongutingmonnunum ikki var serliga heitur fyri uppskotinum. Somikið álvarslig gjørdist støðan fram ímóti endanum av viðgerðini, at Jógvan á Lakjuni, av tingsins røðarapalli, gjørdi greitt, at hann tók sín stuðul til samgonguna aftur, um landsstýriskvinnan Annika Olsen ikki tók uppskotið aftur á sjálvum tingfundinum. Hetta hendi ikki, og løgtingsmaðurin hevur, almenninginum vitandi, ikki tikið sín stuðul til samgonguna aftur kortini. Hetta kundi bent á, at eitthvørt nýtt er komið fram í málinum undir viðgerðini í rættarnevndini.

Málið, sum gjørdist kjarni málsins undir fyrstu viðgerð, var herðingin av §266b, sum ABC-samgongan nú mælir tinginum til at taka undir við. Eyðvitað hevur hetta málið áhuga, táið vit minnast aftur á málsviðgerðina, um hesa umstríddu grein, fyri hálvum triðja ári síðani. Núverandi formaður rættarnevndarinnar tók tá sín stuðul aftur, frá táverandi ABC-samgonguni, orsakað av tí, at tvey andstøðutingfólk høvdu lagt fyrra stykki í §266b sum uppskot fram á ting, tí má tað metast sum eitt epokugerandi politiskt siðaskifti, at sami tingmaður (Alfred Olsen) nú av heilum huga stuðlar herðingini av hesi somu grein, sum nú í heilum líki er soljóðandi:

§ 266 b. Den, der offentligt eller med forsæt til udbredelse i en videre kreds fremsætter udtalelse eller anden meddelelse, ved hvilken en gruppe af personer trues, forhånes eller nedværdiges på grund af sin race, hudfarve, nationale eller etniske oprindelse, tro eller seksuelle orientering, straffes med bøde eller fængsel indtil 2 år.
Stk. 2. Ved straffens udmåling skal det betragtes som en særligt skærpende omstændighed, at forholdet har karakter af propagandavirksomhed.

Áhugavert kundi hartil verið at frætt, um nakað samskifti hevur verið millum formann rættarnevndarinnar og landsstýriskvinnuna, um alternativar loysnir hesum viðvíkjandi, um uppskotið/málið ikki ætlast at skula fara ígjøgnum tingviðgerðirnar eftir vanligum mannagongdum í hesi tingsetuni.

Spurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum:

• Er prosjekteringin av nýggja vegnum ígjøgnum Leirvík endaliga liðug, og nær kann væntast, at hendan nógv umrødda vegagerð kann byrja?

Viðmerkingar:

Vegagerð í Leirvík: Sambært løgtingslóg nr. 60 frá 16. mai 2006 um vegaføring í Leirvík, so skal vegur við tilhoyrandi rundkoyring gerast frá verandi landsvegi sunnan fyri tunnilsmunnan á Leirvíkstunnlinum, yvir til tilkoyringarvegin til Norðoyartunnilin. Vegaføringin skal leggjast ígjøgnum verandi veg niðri í bygdini, umframt at nakað av nýggjum vegi verður gjørdur.

Býggiútreiðslurnar kunnu sambært galdandi verklagslóg í mesta lagi verða 40 mió. kr. Verklagslógin skal dagførast, og verður fyribils mett at kostnaðurin verður hægri.

Í 2008 vóru 1,0 mió kr. játtaðar til endaliga prosjektering og til fyrireikingar til útbjóðing eftir verandi ætlan. Eftir ætlan verður farið undir sjálva vegagerðina í 2009. Tað eru játtaðar 20,0 mió. kr. til at fara undir vegagerðina.

Soleiðis stendur skrivað í dagførdu løgtingsfíggjarlógini fyri 2009. Ongar verkligar ábendingar eru um, at hendan vegagerð er byrjað. Tí verður spurningurin settur.

Spurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum:

• Nær kann væntast, at tillagingar (broytt kunngerð) verða gjørdar fyri at halda lógarbundnu játtanina til flutningsstuðul?

Viðmerkingar:

Flutningstuðul verður goldin eftir heimild í løgtingslóg nr. 14 frá 3. mars í 1999 um stuðul til fiskaflutnings. Stuðulsupphæddirnar eru ásettar í kunngerð. Lønjavningarstovan umsitur skipanina við flutningsstuðli.

Nøgdin av fiski, ið verður flutt millum uppboðssølu/landingarstað og virkir er økt seinastu tíðina og verður tískil neyðugt at tillaga skipanina fyri at halda játtanina uppá 3,2 mió. kr.

Soleiðis stendur skrivað í dagførdu løgtingsfíggjarlógini fyri 2009. Upphæddin varð lækkað úr 4 mió. kr. niður í 3,2 mió. kr. undir viðgerðini í fíggjarnevndini seinasta heyst, í samráð við landsstýrismannin, sum samsvarandi hesum skuldi gera nevndu tillagingar í kunngerð skjótast gjørligt. Tá spyrjarin fleiri mánaðir seinri ikki hevur varnast hesar broytingar, verður spurningurin settur.