Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórbjørn hóttir samgonguna

John William Joensen

– Er tað so at tað eydnast at gera eitt poltiskt komplot frá Fólkaflokkinum ímóti hesi samgongni við at svava landsstýrismannin, so er hendan samgongan for veik álíkavæl

Hetta segði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í Fiskivinnumálum, m.a. í Dagur og Viku gjárakvøldið

– Hetta málið er ein hevnd frá trimum fyrrverandi landsstýrismonnum í Fiskivinnumálum, Jørgin Niclasen, Jacob Vestergaard og Annfinn Kallsberg, sum ætað at stinga landsstýrismannin niður.

– Og eydnast tað at gera eitt politiskt kompliot frá Fólkaflokkinum ímóti hesi samgonguni við at svava landsstýrismannin í Fiskivinnumálum, so er hendan samgongan ov veik álíkavæl, segði Tórbjørn Jacbosen beinleiðis í sjónvarpi Føroya.

Spurdur um hann fór at leggja frá sær um málið bleiv tyngjandi fyri samgonguna, segði Tórbjørn Jacobsen avgjørdur.

– Tað er altíð ein metingarspurningur sum fyrst og fremst er upp til løgmann at meta um.

Tórbjørn vísti á at hann sjálvur lat seg loysa úr starvið tá hann var mentannarmálaráðharri í 2001, men hann helt ikki at støðan kundi samanberast.

– Tá hevði eg sjálvur verið atvoldin til at táverandi samgonga kom í ávísar trupuleikar, men málið sum nú er er eitt roynt politiskt komplot frá ávísum áhugamálum í Føroyum sum ætlað at gera endað á landsstýrismanninum.

—–

Hvørki løgmaður ella Tórbjørn Jacobsen fingu settar spurningar frá sjónvarpinum um sjálvt málið viðvíkandi Kongshavnar Útgerðarfelag.