Tað má sigast at tey í tjóðveldisflokkinum, sum ætlaðu at tveita Tobba út, fingu málið aftur sum eina bomirang. Nú er ekskluderingin tikin aftur og eftir stendur uppskot um at velja Tobba til næstformann
Stríði í Tjóðveldisflokkinum millum Torbjørn og Høgna endaði við at Tjóðveldisflokkurin lýsti til eykaflokksting har broytingar skuldu gerast í reglugerð flokksins fyri at møguligt skuldi vera at ekskludera eysturoyar tingmannin.
Fyrsta uppskotið
Fyrsta uppskotið um eykafloksting við broytingaruppskotið til reglugerð Tjóðveldisflokksins, kemur 17. novembur
"Nevndin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelagi sendir inn uppskot til broytingar í viðtøkunum hjá Tjóðveldisflokkinum á Eykaflokkstingið leygardagin hin 20. november 2004:
"Uppskot til broytingar í skipanini –
1.Eykafloksting Tjóðveldisfloksins eru ikki almenn og fjølmiðlar hava onga atgongd.
Fjølmiðlum kann vera loyvt at vera til staðar í avmarkað tíðarskeið á eykaflokstingi Tjóðveldisfloksins. Reglan fær gildiskoma tá hon er samtykt.
2. Regluliga flokstingið kann vera stongt fyri ikki-limum.
Uppskot til samtyktar
3.Í fyrsta lagi verður tað álagt aðalstjórnini at bera so í bandi at Torbjørn Jacobsen, tingmaður úr Eysturoynni, verður ekskluderaður úr Tjóðveldisflokkinum.
4. Í øðrum lagi verður álagt tingmanning Tjóðveldisfloksins at halda og virða samtyktina, hon sjálv hevur gjørt, um mannagongd, vísandi til fráboðanarskjalið frá 28. oktober 2004, sum tilskilar, at um tingfólk gera alment persónsálop á onkran í tingmanning Tjóðveldisfloksins, setur tingfólkið seg sjálvt uttan fyri tingbólk Tjóðveldisfloksins.
Við tjóðveldiskvøðu – Nevndin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelagi, Laufey H. Blaasvær, forkvinna, Hjørdis Heindriksdóttir, næstforkvinna, Ragnar Magnussen, skrivari, Snorri Fjallsbak, kassameistari, Eyðfinnur í Búðini, nevndarlimur."
Karstin Hansen næstformaður
Sama dag 17. Novemeber sendir Heidi Petersen, løgtingskvinna, inn uppskot um at velja Karstin Hansen sum næstformann.
Starvsnevndin kemur við uppskoti
Næsta uppskotið kemur frá starvsnevndini í Tjóðveldisflokkinum Tann 29. november 2004:
"Frá Starvsnevnd Tjóðveldisfloksins: Uppskot til broytingar í viðtøkum Tjóðveldisfloksins á eykaflokstingi 18. desember 2004
Viðtøkur (bygnaður og skipan) Tjóðveldisfloksins verða broyttar soleiðis:
Í § 2 verður eftir "
valdømisfeløgini." sett inn:
"Útihýsing.
Um limur í einum av valdømisfeløgum Tjóðveldisfloksins í avgerandi mun arbeiðir ímóti politikki og/ella virksemi Tjóðveldisfloksins, ella virkar ímóti viðtøkum floksins, kann limurin verða útihýstur úr Tjóðveldisflokkinum.
Floksting og eykafloksting Tjóðveldisfloksins kunnu útihýsa limum, sí § 7. "
Í § 7 verður eftir: "
tilskilaði í fráboðanini. " sett inn:
"Útihýsing.
Sum evsta vald Tjóðveldisfloksins kunnu floksting og eykafloksting útihýsa limum úr Tjóðveldisflokkinum sambært § 2.
Útihýsing av limi skal verða greitt tilskilað á endaligu skránni fyri flokstingið ella eykaflokstingið, ið verður fráboðað øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldisfloksins.
Útihýsing av limi kann bert fara fram, um minst 2/3 av møttu umboðsmannaatkvøðum flokstingsins ella eykaflokstingsins eru fyri hesum."
Broytingarnar fáa gildi frá og við tí degi, ið tær eru samtyktar av floks- ella eykaflokstingi Tjóðveldisfloksins.
Starvsnevnd Tjóðveldisfloksins"
Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag tekur uppskotið aftur
Tann 2. desember 04 kemur Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag við afturtøku av uppskotið sínum.
"Afturtøka av uppskotum til samtyktar
Á nevndarfundi í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag 22. november 2004 varð einmælt samtykt at taka aftur uppskotið 2 ) til samtyktar, ið Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag sendi aðalstjórnini, og sum ætlandi skuldu viðgerast á eykaflokstinginum 20. november 2004.
Í staðin verður heitt á aðalstjórnina at koma við uppskoti um at seta eina útihýsingargrein ella petti í lógir (viðtøkur) floksins, so møguleiki verður, at útihýsa limi, sum í avgerandi mun er flokkinum at skaða.
Orsøkin til áheitanina er ikki, at SSTF hevur broytt støðu, men tí løgfrøðisliga verður trupult at útihýsa limi á sama fundi, sum útishýsingargreinin kemur í lógirnar, og tí trupult verður at brúka hesa greinina móti gomlum syndum.
Heitt verður eisini á aðalstjórnina um at koma við uppskoti um at seta eina freist í lógir floksins, so eykafloksting kann haldast við stuttari freist t.d. 3-4 dagar ella 1 viku.
Hini bæði uppskotini – um í ávísum førum at halda fjølmiðlarnar uttan fyri kjakið á flokstingi og at áleggja tingmanning Tjóðveldisfloksins at halda og virða samtyktina, hon sjálv hevur gjørt – verða ikki tikin aftur. Ætlanin er, at hesi uppskot til samtyktar skulu viðgerast á eykaflokstinginum 18. desember 2004.
Við tjóðveldiskvøðu: Nevnin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelagi, Hjørdis Heindriksdóttir, forkvinna, Eyðfinnur í Búðini, næstformaður, Ragnar Magnussen, skrivari, Snorri Fjallsbak, kassameistari, Kristian Hansen, nevndarlimur
Uppskot um Tobba til næstformann
2. Desember sendir Vága Tjóðveldisfelag inn uppskot um at velja Torbjørn til næstformann.
"Viðv.: Eykaflokstinginum leygardagin 18.12.2004.
Á nevndarfundi í gjárskvøldið í Vága Tjóðveldisfelag høvdu vit til viðgerðar skránna fyri eykaflokstingið leygardagin 18.12.2004, soleiðis sum skráin er lýst á heimasíðu floksins 19.11.2004, í Dimmalætting 19.11.2004 og í Sosialinum 20.11.2004.
Viðv. pkt. 4.: "Innkomin mál – harundir broytingar í lógum Tjóðveldisfloksins" er at siga, at vit ikki hava nakað uppskot til innkomin mál.
Viðv. pkt. 3: "Val av næstformanni Tjóðveldisfloksins" er at siga, at vit ongantíð frá floksleiðsluni hava fingið nakra frágreiðing um, hvat tann ósemja, sum eftir øllum at døma seinastu tíðina hevur valdað millum formannin, Høgna Hoydal, og fyrrverandi næstformannin, Tórbjørn Jacobsen, snýr seg um.
Hóast hesa ósemju helt nevndin tað vera rættast fyri flokkin, føroyskan politikk og Føroya framtíð, at Høgni verður verandi formaður floksins og ein meiriluti í nevndini, at Tórbjørn aftur verður næstformaður floksins.
Vísandi til omanfyri standandi samtykti ein meiriluti í nevndini at skjóta upp, at Tórbjørn Jacobsen aftur gerst næstformaður floksins.
Ein meiriluti í nevndini fyri Vága Tjóðveldisfelag skjýtir tí upp sum næstformann Tjóðveldisfloksins Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmann.
Ætlanin er at hava nevndarfund aftur leygardagin 11.12.2004, so vit fara at biðja um, at tú í seinasta lagi fríggjadagin 10.12.2004 sendir okkum avrit av øllum uppskotum um næstformann og avrit av øllum innkomnum málum.
Vága Tjóðveldisfelag.
Starvsnevndin við nýggjum uppskotið
Síðani kemur Starvsnevndin í Tjóðveldisflokkinum við einum nýggjum uppskotið tann 4. desember:
"Frá Starvsnevnd Tjóðveldisfloksins: Uppskot til broytingar í viðtøkum Tjóðveldisfloksins á eykaflokstingi 18. desember 2004
Viðtøkur (bygnaður og skipan) Tjóðveldisfloksins verða broyttar soleiðis:
Í § 7 verður í staðin fyri:
"Eykafloksting verður hildið, tá ið starvsnevndin ella aðalstjórnin samtykkir tað ella tá ið minst 3 valdømisfeløg krevja tað. Regluligt floksting kann áseta, at eykafloksting skal haldast til at viðgera ávíst mál ella evni.
Aðalstjórnin kallar saman til eykafloksting og setir tíð og stað. Skráin eigur greitt at tilskila, hvørji mál verða til viðgerar og støðutakan.
Fráboðan um eykafloksting verður kunngjørd øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldisfloksins.
Eykafloksting kann bara viðgera mál, ið eru tilskilaði í fráboðanini."
Sett inn:
"Eykafloksting verður hildið, tá ið starvsnevndin ella aðalstjórnin samtykkir tað ella tá ið minst 3 valdømisfeløg krevja tað. Regluligt floksting kann áseta, at eykafloksting skal haldast til at viðgera ávíst mál ella evni.
Aðalstjórnin kallar saman og skipar eykaflokstingið. Skráin eigur greitt at tilskila, hvørji mál verða til viðgerar og støðutakan.
Eru broytingar í viðtøkum Tjóðveldisfloksins ella innkomin mál á skránni, verður fráboðan um eykaflokstingið kunngjørd øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldisfloksins 2 vikur fyri eykaflokstingbyrjan.
Innkomin uppskot til eykaflokstingið skulu vera aðalstjórnini í hendi í seinasta lagi 7 dagar fyri eykaflokstingið. Innkomin uppskot verða send valdømisfeløgunum og Unga Tjóðveldinum í seinasta lagi 5 dagar fyri eykaflokstingið.
Eru átroðkandi og týðandi politisk mál á skránni kann aðalstjórnin kalla saman til eykafloksting við enn styttri freist. Aðalstjórnin ásetir tíð og stað.
Fráboðan um eykafloksting verður kunngjørd øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldisfloksins.
Eykafloksting kann bara viðgera mál, ið eru tilskilaði í fráboðanini."
Broytingarnar fáa gildi frá og við tí degi, ið tær eru samtyktar av floks- ella eykaflokstingi Tjóðveldisfloksins. Tórshavn, 4. desember 2004. Starvsnevnd Tjóðveldisfloksins
Eysturoyar Tjóðveldisfelag tekur sítt uppskot aftur
9. Desember kemur Eysturoyar Tjóðveldisfelag við afturtøku av sínum uppskoti.
Sendt: 9. desember 2004 20.03
Til: loysing@post.olivant.fo
Emne: Ískoyti til afturtøkuna
Til Jóannes Dalsgarð, Aðalstjórnarformann
Nevndin í Eysturoyar Tjóðveldisfelag hevur samtykt, at takað aftur uppskotið
til eykaflokstingið tann 20.11.2004.
Ársøkin til at uppskotið verður tikið aftur er tann, at aðalstjórnin hevur
boða frá, at ein útihýsing kundi ikki fremjast í verki við verðandi
viðtøkum.
Nevndin ger samtíðis greitt, at hon framhaldandi stendur við fráboðanina frá
26.09.2004, har boða verður frá, at nevndin hevur fult álit á Høgna Hoydal
sum formann Tjóðveldisfloksins, og at hon á ongan hátt stendur aftanfyri
framferð Tórbirna Jacobsens ímóti flokkinum.
Eysturoyar Tjóðveldisfelag
Klæmint Østerø, formaður




