sigur Torbjørn Jacobsen, sum nú er í uppskotið til næstformann í Tjóðveldisflokkinum
At leiðslan í Tjóðveldisflokkinum hevur trupuleikar við Torbjørn er eingin ivi um og tað sást eisini í tingarbeiðinum.
Torbjørn sleppur nevnuliga ikki á fundirnar, sum tingbólkurin hevur, men samstundis umboðar Torbjørn Tjóðveldisflokkin í Mentunar- og Vinnunevndini.
Harafturat hevur Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag roynt at fingið flokkin at ekskludera Tobba, men nú er hetta uppskotið tikið aftur og formaðurin í Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag, hevur tikið seg úr nevndini.
Skilur ikki at málið er komið so langt
Høvuðspersónurin, sum øll í hesum døgum hava eina meining um, Torbjørn Jacobsen, skilur ikki at málið er komið so langt.
– Eg havi ongantíð skilt at málið kom so langt, sum tað kom, og eg vanti eisini at tá eyka flokstingið er liðugt so hevur ódnarveðrið lagt seg.
– Eg kann bara staðfesta at tað í hesum døgum eru rembingar, ikki bara í Tjóðveldisflokkinum, og tað kundi verið tekin um at ein ella onnur javnvág ikki er til staðar.
– Eg haldið eisini at støðan er vorðin verri síðani eg segði næst formanspostin frá mær, og tí fari eg at taka av um eg verið valdur aftur til næstformann.
Fjølmiðlar útihýsast
Í uppskotinum frá Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag verður skotið upp, at fjølmiðlar skulu haldast burtur frá flokkstinginum, men Torbjørn vantar ikki at hetta uppskotið verður samtykt.
– Eg haldið tað verða ómetaliga óheppið at suðurstreymur ætlar at halda fjølmiðlarnar burtur frá flokkstinginum.
– Eg dugi ikki at síggja hvat tað kann verða, sum flokkurin má fjala fyri almenninginum og tí fari eg als ikki at taka undir við uppskotinum.
Stillar upp til Fólkatingið
Torbjørn vantar at allir brimgarðar hava lagt seg tá eykaflokstingið hjá Tjóðveldisflokkinum hevur verið, og fyri framman stendur Fólkatingsvalið.
– Tað er flokkurin sum avgerð hvør stillar upp til fólkatingið og um tað stendur mær í boðið, so takið eg av.
Spurdur um rokið innanflokka hevur nakað við tað at gera at flokkurin nú er í andsstøðu, sigur Torbjørn at tað ikki er óhugsandi.
– Í Føroyum er tað ein himmalvíður munur á at sita í samgongu og í andstøðu.
– Í Danmark ger stjørnin semjur við andstøðuna, men so er ikki í Føroyum. Øll uppskot frá andsstøðuni verða feld og tí er tað ein oyðimarkargongd at sita í andsstøðu.
– Fleiri í tingmanningini hjá flokkinum hava heldur ikki roynt leiklutin sum andstøðupolitikkarar, og tað er val hugsandi at tað eisini hevur viðvirkað til at málið kom so langt.




