Torbjørn eigur at fara frá, fyri manipulatión, sigur Eyðstein Poulsen, skipari og reiðari.
Fiskiárið 2007 er ein staðfesting av at fiskidagaskipanin er sjálvregulerandi.
Nú hava menn, við ongum skili fyri fiskiveiðu, svølgt ov nógvar lygnir og ranga myndir. Torbjørn nýtir hesa óvitan til, at skriva seg í søgubøkurnar við einum stórum smíli.
Torbjørn manipulerar Føroya fólk, við at nýta hagtøl fyri fiskiári 2007. Hann vísir á, at flotin ikki nýtir allar dagarnar, ið eru tillutaðir. Soleiðis reinsar hann seg fyri, at koyra flotan á heysin. Hetta er størsta ábending um at maðurin antin er frekur ella smalur.
Nú vit ikki hava megna, at fingið fisk tað seinastu tíðina, hevur royndin eisini verið minni. Soleiðis er við fiskidagaskipanini. Fiskdagaskipanin er sjálv regulerandi. Torbjørn skal ikki við almennari stjóra løn, senda lygnir yvir landið, soleiðis at Føroyafólk far tað ábending, at skerjingin í veruleikanum bert er ein lítil skerjing.
Tað er mítt ynski, at feløgini í fiskivinnuni finna saman og vakna úr dvala, soleiðis at vit ikki eins og slignir hundar fara á heysin. Eg eri villigur til at berjast fyri tí, sum eg siðiliga, dugnaliga og ábyrgdarfult havið verið við til at bygt upp.
Eg havið ikki í hyggju, at lata frekleika koppa okkara skútu.
Vil við hesum melda klárt út, at vit eri til dystin fúsur, um formenninir í feløgunum í fiskivinnuni vakna og vilja grísla tenn.
Tað eru ikki bert vit sum eru desperatari støðu.
www.eydstein.fo




