Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórbjørn Jacobsen: Høgni Hoydal, Aksel V. Jóhannesen og Poul Michelsen á oyðimarkarferð

Politikkur

Fyrrverandi næstformaður í Tjóðveldi: Andstøðuleiðararnir hava tørv á einum felagsmáli um, hvat teir ætlað við Føroyum. Tað er ikki nóg mikið einans at verða samdur um at koppa sitandi landsstýrissamgongu, skrivar Tórbjørn Jacobsen, sum heldur at andstøðuflokkarnir hanga í leysum lofti.

– So má man bara vóna, at hasir til høgru(Aksel, Høgni og Poul, blaðm.) handar hava hugsavnað seg um eina felags politiska idé, heldur enn hana, bara at koppa hasum til vinstru handar(løgmanni, blaðm.). Higartil eru øll misálitini vorðin til álit. Í ongum landi hava so nógv misálit verið sett fram sum í Føroyum, undir hesar andstøðuni. Tað er oyðimarkarkeðsemi, sum er atvoldin til hendan nýggja sportin. Men, man Fólkaflokkurin ikki enn einaferð fara at aksla síni skinn við Kaj Leo? Og hvør gongur runt og trýr, at nakar sambandstingmaður fer at fella sín egna formann meðan hann er løgmaður, tað er at beganga politiskt harakiri, og Miðflokkurin er altíð til fals. Tí bendir mangt á, at hasir tríggir í leysum lofti, á myndini, verða hangandi har, eftir at teir hava givið Kaj Leo fult og treytaleyst álit einaferð enn. Teimum tørvar eina felagsidé um, hvat teir ætla við Føroyum, tað er ein líka stórur trupulleiki sum tað, at KLHJ er Føroya løgmaður, skrivar Tórbjørn Jacobsen í viðmerking til tekning hjá Óla P á Portalinum, ið er viðheft.