Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórbjørn Jacobsen spyr eftir treytaleysa aganum í egnum flokki

Helgi Abrahamsen

”Spurningurin er nú, um meskarnir og gjøgnumskygnið og treytaleysi agin og klokkuklára nærlagnið eru tódnað síðani grýtulappamálið hjá mær og vestmenningunum, kanska kabalin er ein onnur, sum nú skal ganga upp.”

Tað skrivaði fyrrverandi landsstýrismaðurin, Tórbjørn Jacobsen, á facebook fríggjakvøldið.

Hann var eftir øllum at døma ikki nøgdur við tað, sum Høgni Hoydal segði í Degi og Viku hetta kvøldið um málið viðvíkjandi Sirið Stenberg:

”Hatta sá í hvussu er ikki gott út í Sjónvarpinum í kvøld, má sigast. Katastrofalt, og nú er formaðurin vorðin partur í málinum. Skal tó viðmerkja, at eg sjálvur legði kongin ta ferðina í 2001,” skrivar Tórbjørn Jacobsen.

Í einum skrivi, sent fjølmiðlunum í morgun, ger Sirið Stenberg greitt, at hon heldur seg ikki hava gjørt nakað skeivt í umrødda málinum.