Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevur latið landsstýrismannin í Fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning um málið viðvíkjandi innflutnings- &veiði/fiskiloyvi til fyrrverandi ms. Ågot/Jógvan S.
Niðanfyri endurgeva vit fyrispurningin frá Torbjørn Jacobsen sum er dateraður á Glyvrum hin 4 mars 2003.:
Skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í fiskivinnumálum viðvíkjandi innflutnings- &veiði/fiskiloyvi til fyrrverandi ms. Ågot/Jógvan S.:
Í sambandi við, at fyrrverandi ms. Ågot (nú Jógvan S., samb. Dimmalætting) varð seld av landinum og annað útgerðarfelag (Spf. Nakkur, samb. Dimmalætting) hevur fingið innflutningsloyvi, umframt veiðu- & fiskiloyvi til hetta sama fiskifar, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fiskivinnumálum:
Hvør hevur veitt, og nær er innflutningsloyvi givið, umframt veiðu- & fiskiloyvi til hetta fiskifar?
Hvørjar serligar fyritreytir lúkar hetta nýggja útgerðarfelagið fyri at fáa innflutingsloyvi, umframt veiðu- & fiskiloyvi til hetta fiskifar?
Hvørji fiskifør eru farin ella fara út úr flotanum ístaðin?
Er sama veiðuorka farin út úr flotanum, sum er komin inn?
Hvussu er henda veiðuorka uppgjørd, og hvussu er samanberingin av veiðuorkuni hjá skipunum farin fram ?
Til hvønn høvuðsbólk sambært § 28 í lóg um vinnuligan fiskiskap verður nýggja skipið flokkað?
Um skipið verður flokkað í annan bólk enn tey fiskifør, sum eru farin út úr flotanum ístaðin, hvør er so heimildin fyri hesum?
Viðmerkingar :
Í dastið av einari viku hevur tað gingið sum rótasúpan millum manna, og nú eru so eisini komnar fram upplýsingar í fjølmiðlunum um, at fyrrverandi ms. Ågot nú Jógvan S. (333 BT) er keyptur inn aftur í føroyska flotan eftir at hava verið seld til Langøy Kyst og Havfiske í Noregi hin 4. august 2001.
Skipið hevði sostatt ongi veiðu- & fiskirættindini í Føroyum, nú táið tað varð keypt aftur til Føroya.
Fiskimálaráðið hevur nú, eftir øllum at døma, givið nýggja eigaranum, spf. Nakki, øll tey neyðugu loyvini, harundir nýggj veiðu- & fiskiloyvi, soleiðis at skipið aftur kann fara undir fiskiskap í føroyskum sjógvi.
Spurningurin er so á hvørjum grundarlagi hesi loyvi eru givin, og um fyritreytirnar, um ikki at økja um veiðutrýstið, og um at fiskifør ikki kunnu skifta høvuðsbólk, eru hildnar.
Sambært Sosialinum ígjár er fiskiloyvið fingið til vega við at leggja saman loyvini hjá línuskipinum/útróðrarbátinum Skøruni uppá 86,82 BT og útróðrarbátinum Barinum uppá 32,47 BRT.
Í hesum sambandi er komið alment fram, at veiðutrýstið við hesi handling er økt við umleið 40 %, sum er beinleiðis í stríð við § 8 stk. 3 í lógini um vinnuligan fiskiskap.
Eisini er talan um, at nýtt skip (Ågot/Jógvan S.) kemur inn í bólk 3, (línuskip yvir 110 tons) meðan bólkur 4, útróðrarbátar yvir 15 tons, minkar við umrøddu skipum (Skørin og Barið).
Tá fiskifør ikki kunna skifta høvuðsbólk, samb. § 5 stk. 12 í lógini um vinnuligan fiskiskap, er tað eisini viðkomandi at fáa reist og svara spurninginum um, hvørt henda regla kann umgangast á tann hátt, at útróðrarbátar í bólki 4 kunnu savnast saman og síðan býtast um við eitt skip omanfyri 110 tons fyri á tann hátt at flyta meira veiðuorku úr bólki 4 upp í bólk 3.
Á henda hátt verður prosentbýtið millum veiðubólkarnar, sambært § 28 stk. 2, eisini forskotið.
Hervið verður eisini rætturin til tilfeingi millum teir ymsu høvuðsbólkarnar avlagað og undirgrivið innanífrá.
Eftir hesa avgerð er tað ógvuliga umráðandi at Føroya Løgting, vinnan sjálv og fólkið alt fær at vita frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um ætlanin við rikna fiskivinnupolitikkinum í veruleikanum er flyta munandi veiðuorku frá einum skipabólki í annan og hvat endamálið annars er við einum slíkum politikki.
Sambært tí, ið fram er komið, vóru tær grundleggjandi fyritreytirnar ikki hildnar, táið nýggju eigararnir av Ågot/Jógvan S. fingu innflutnings- og fiskiloyvi til hetta fiskifar. Er hetta rætt, tá er talan um eitt sera álvarsamt lógarbrot.
Sambært tí, ið fram er komið, var løgmaður, Anfinn Kallsberg, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, tá nevndu loyvi vóru givin. Er hetta rætt, sum ført er fram omanfyri og í fjølmiðlunum, kann málið hava tað við sær, at øll tann politiska skipanin kemur í álvarsamar trupulleikar.
Fyri at fáa steðgað øllum gitingum, og fyri møguliga at fáa luftina reinsaða fyri grógvandi mýtur, herróp um óreglusemi, og tað sum verri er, er tað alneyðugt, av avgerðandi týðningi, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skjótast gjørligt svarar omanfyri settu spurningum.
Glyvrum, hin 04. mars 2003.
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður.




