Sagt varð í Degi og Viku, at um eg skuldi tikið av, at gerast varamaður hjá Høgna Hoydal á Fólkatingi, so kom eg at sita við einum dupultmandati umboðandi Tjóðveldisflokkin. Hetta er ein loddrøtt lygn, skrivar Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, umvegis Facebook.

Borgarstjórin í Runavíkar kommunu umboðar ongan partapolitiskan flokk, hann er valdur á einum borgaralista og umboðar bara sínar veljarar og borgararnar í kommununi. Líka lítið sum Magnus Rasmussen umboðaði Sambandsflokkin í sessinum umboði eg Tjóðveldisflokkin. Tíbetur hevði eg nær sagt.
Eru tíðindini um problematikkin um dupultmandatið komin frá flokkinum sjálvum, so kundi Sjónvarpið heft seg við, at tað ber til at vera borgarstjóri, valdur á borgaralista, og løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin samstundis. Tað er væl ikki so galið, at man skinklar í kongunum, alt eftir hvussu “hensigten helliger midlet?”
Rættingin hervið fráboðað!