Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torbjørn spælir sær ímillum tað ítøkiliga og abstrakta, segði Signhild Johannesen

Oliver Joensen

Signhild Johannesen, býráðslimur í mentamálum lat upp framsýningina hjá listamanninum Torbirni Olsen á Gamla Seglhúsi ídag. Signhild Johannesen, segði:

 Torbjørn Olsen er ikki hvør sum helst, hann er ein av teimum trimum Olsen brøðrunum, sum hvør á sín hátt hava gjørt seg kendan innan listina. Torbjørn er ein viðurkendur listamálari her á klettunum og í flest øllum Norðanlondunum. Hann hevur havt framsýningar ymsastaðni,  í Íslandi, Svøríki, Noregi og óteljandi ferðir í Danmark, eins og her á klettunum.

Ímillum tey kendu listaverkini hjá Torbjørn eru millum annað altartalvur, har altartalvan í Haldarsvík man verða ein av teimum kendastu og bestu – Hin heilaga kvøldmáltíðin, har okkara listamaður letur seg inspirera av heimskenda multi listamanninum, Leonardo da Vinci, men samstundis so dyggilga ger listaverkið til sítt egna.

Torbjørn verður sagdur at vera ein sterkur koloristur, sum spælir sær millum tað ítøkiliga og abstrakta og til tíðir verður hetta blandað hegnisliga væl eisini.

Portrettir, andlitslýsingar, fólkalýsingar, nakin modellir, sum bróta fram úr litspælinum, er nakrar av tínum spennandi listagreinum og styrkjum. Hesar greiða eisini frá, at tú dugir serliga væl handverkið handan listatilgongdina – har eisini tekning, sum er ein av grundarsteinunum.

Útlendskir ummælari sigur um Torbjørn sum portrettmálara, at hann “hører til blandt Nordens førende kunstnere på området”

Annar ummælari sigur soleiðis ” Torbjørn er den færøske maler siden Mikines, der mest har dyrket portrætmaleriet.

Fyri stuttum fekst tú, Torbjørn, handa mentanarviðursløn landsin fyri 2014, eina viðurkenning fyri tíni megnar avrik, til lukku við tí.

Vit fegnast um at listafólk geva sær stundir og fær um at sýna fram eisini her í Klaksvík. Eg vil ynskja Torbjørn Olsen vælkomnun her til Norðoyggjar, oyggjarnar sum hann eisini hevur ættarbond til.

Eisini fegnast vit um teir 100 ára gomlu karmar, Jastrid og Símun hava givið Klaksvíkini við hesum húsið, húsið, sum við síni útsjónd sigur okkum sína tíð og søgu. Tit hava við hesum húsið givið okkum øllum ein møguleika at uppliva tað farna saman við tí nýggja, í hesum fjálgu og hugnaligu húsum, takk fyri tað tit báði.

Til seinast vil eg, vegna Klaksvíkar kommunu, enn einaferð ynskja Torbjørn vælkomnan til Klaksvíkar og hepna hond við framsýningini og vónandi fáa tey vitjandi eina góða og inspirerandi uppliving, at koma inn á gólvið á seglhúsinum.

Við hesum orðum, er framsýningin hjá Torbjørn Olsen, á Seglhúsinum í Klaksvík 2015, latin