Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórður: Eg taki avgerð eftir kappingina

Jákup Ósá

Norðlýsið segði seg vita í nátt, at KÍ hevði sett navn á nýggjan málverja fyri kappingarárið 2016. Men leikarin sjálvur sigur, at eingin avgerð er tikin um hetta enn.

Norðlýsið skrivaði her, at Tórður Thomsen verður nýggjur málverji hjá KÍ í 2016. Men Tórður sjálvur sigur, at hann onga avgerð hevur tikið. Samband hevur verið við 3-4 feløg og harímillum KÍ, men Tórður sigur við Norðlýsið, at hann tekur onga avgerð fyrr enn kappingin er liðug. – Tað einasta sum er greitt er tó, at eg og daman í næstum flyta inn í Eysturoynna at búgva, sigur Tórður við in.fo.

Tórður er tann málverjin, sum bæði hevur latið fæst (18) mál inn og oftast hevur hildið málið reint (7) í Effodeildini í ár.

Harleywoodpaint