Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórður fekk sær gult kort við vilja

Jákup Ósá

Video: Dømið sjálvi, um B36 málverjin Tórður Thomsen í ólavsøkudystinum fekk sær gult kort við vilja, so at hann kann sita yvir í komandi landskappingardysti, ið er á heimavølli móti FC Suðuroy.

Video: Dømið sjálvi, um B36 málverjin Tórður Thomsen í ólavsøkudystinum fekk sær gult kort við vilja, so at hann kann sita yvir í komandi landskappingardysti, ið er á heimavølli móti FC Suðuroy.

Tað var í 64. minutti, at B36 fekk málspark í dystinum móti ÍF. Støðan var 4-0 til B36, sum hevði fult tamarhald á dystinum. Men B36 málverjin Tórður Thomsen gevur sær sera góða tíð til málsparkið og hóast Petur Reinert gevur eina átalu, so gevur B36 málverjin sær framvegis ov góða tíð og leggur bóltin einaferð afturat av nýggjum í góðu líkindunum, sum upptøkurnar niðanfyri vísa. Tórður fekk gult kort og bleiv síðani útskiftur við eykamálverjan Trygva Askham. Tað sá út til at vera rættuliga tilvitað, tí útskiftingin var gjørd so skjótt sum gula kortið var givið og hvørki Tórður sjálvur, liðfelagar ella áskoðarar hjá B36 tóktust serliga misnøgdir um gula kortið, sum undir vanligum umstøðum er púra óneyðugt at fáa við einari 4-0 leiðslu. Áðrenn dystin hevði Tórður fýra gul kort og skuldi sostatt bara hava eitt afturat fyri at fáa leikbann. Næsti dystur hjá B36 er á heimavølli móti FC Suðuroy.

Tórður Thomsen hevur sostatt leikbann móti FC Suðuroy, men verður tøkur aftur til toppdystin ímóti NSÍ 9. august.

Niðanfyri kann hendingin síggjast. Rúni Dam eigur upptøkuna.