Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tórhild Bjarkhamar er umhvørvisleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu: Leirvíkskvinna stjórnar umhvørvis-arbeiðnum í Klaksvíkar Kommunu

John William Joensen

– Eg haldi, at tað er flott, at Klaksvíkar Kommuna hevur sett pening og orku av til at seta á stovn eina umhvørvisdeild, sum burturav arbeiðir við at verja og bøta um umhvørvið, sigur Tórhild Bjarkhamar, umhvørvisleiðari.

Hesa vikuna er umhvørvisvika í Klaksvíkar Kommunu, og sum heild hevur umhvørvið verið ovarlaga á breddanum her.
Norðlýsið hevur verið á vitjan í býráðshúsinum og hitt persónin, sum er høvuðs fyriskiparin av umhvørvisarbeiðnum í kommununi.

Tórhild Bjarkhamar varð í fjør heyst sett í starv sum umhvørvisleiðari í Klaksvíkar Kommunu, og hóast stutt tíð enn er fráliðin, so eru avrik hennara so smátt farin at síggjast og merkjast í lokalumhvørvinum.

Væl móttikin í Klaksvík
Komin innar í býráðshúsið, verður blaðmaðurin vegleiddur av starvsfólki í Miðlan víðari upp í Teknisku Umsiting, har nýggi umhvørvisleiðarin hevur sína skrivstovu.

Og hon er bæði blíð og týð, og tekur sær stundir at tosa við okkum, hóast nógv er á skránni, nú hon skipar fyri umhvørvisviku í kommununi.

Tórhild býr í Leirvík, sum áðrenn Norðoyatunnilin var ein bygd hinu megin fjørðin, men sum í dag bert liggur nakrar minuttir burtur.

Sostatt hevur Norðoyatunnilin uttan iva verið viðvirkandi til, at umhvørvisleiðarin hjá Klaksvíkar Kommunu í dag er ein leirvíkingur. Tað bar til áðrenn, men nú er tað púra nátúrligt.
Fyrst fregnast vit eitt sindur um, hvussu henni dámar í nýggja starvinum og sum leirvíkingur í Klaksvík.

– Eg kenni meg sera væl her í býráðsumsitingini. Tað er púra vist. Samstarvið við hini í umsitingini og við deildirnar hjá kommununi er sera gott, heilt frá borgarstjóranum og niður ígjøgnum.

– Umhvørvisstarvið er nýtt, bæði fyri meg og fyri kommununa sjálva, so her er nógv at byggja upp og skipa fyri fyrstu ferð, og tað er ógvuliga avbjóðandi og spennandi. Tað dámar mær væl.

– Mítt samstarv við politikararnar er fyri tað mesta í heilsu- og umhvørvisnevndini og har kann eg siga tað sama. Eg havi eina góða nevnd við einum visjónsríkum formanni.

– Eisini teir borgarar, sum eg higartil havi havt samband við, hava víst forstáilsi, so samanumtikið hava klaksvíkingar tikið heilt væl ímóti mær.

Víðfevnt málsøki
Umhvørvið hevur í mong ár ikki verið serliga høgt í metum millum føroyingar, men veðurlagsbroytingar og onnur álvarsom árin, so sum hækkandi oljuprísir, hava broytt hesi viðurskifti grundleggjandi, soleiðis at umhvørvið í dag er millum mest umrøddu spurningar, bæði lokalt, men ikki minni globalt.

Talan er um eitt stórt og víðfevnt málsøki, og uppgávurnar eru eisini nógvar hjá lokala umhvørvisleiðaranum, eitt nú: *at skráleggja umhvørvisøkið, *at gera virkisætlanir, *at fáa skipað viðurskifti innan ymsar umhvørvisgreinar, *at skipa fyri munadyggum umhvørvisátøkum, *heilsufrøðilig eftirlit við eitt nú, áum,kloakkum og oljutangum og *at viðgera umhvørvisbágar (vandar, dálking v.m.) í kommununi.
Umhvørvisleiðarin, sum er partur av Teknisku Umsiting kommununnar, er skrivari hjá Heilsu- og Umhvørvisnevndini, sum hon samstarvar við um yvirskipaðar spurningar, og sum er hennara bakland saman við restini av umsitingini.

Tað krevur sína kvinnu
At vera umhvørvisleiðari í næst størstu kommunu í landinum er neyvan bara ein dansur á rósum.

Talan er jú um eitt málsøki og evni, sum fyri mong man vera ókent. Gamlir vanar eru ikki longur ein sjálvfylgja, tí nú krevur dálkingin av umhvørvinum, at vit broyta hugburð.

Tað er ikki altíð so lætt, og eingin ivi er heldur um, at umhvørvisleiðarin frá tíð til aðra hevur møtt og framyvir fer at møta fólki og situatiónum, har hon má seta hart ímóti hørðum til frama fyri umhvørvið.

Tað krevur sín mann – ella rættari – sína kvinnu, men Tórhild tykist ikki at stúra fyri tí:

– Eg fekk tað at vita longu í setanarsamrøðuni, og sjálvandi hugsaði eg tað sjálv, at ein skal rokna við eitt sindur av skepsis og kanska eisini onkuntíð mótstøðu, tá ið ein skal arbeiða við at broyta gamlar vanar og mannagongdir, men tað stúri eg ikki fyri.

– Mítt útgangsstøði er altíð at finna loysnir við at tosa um tingini, og tá er tað er ógvuliga sjáldan, at neyðugt er við øðrum amboðum fyri at finna eina loysn á málinum.

– Hinvegin eri eg heldur ikki bangin fyri at seta fram krøv, um so er, at tann vanligi arbeiðshátturin ikki røkkur á mál.

-Seinastu freist at beina burtur órudd, vrak o.a. í kommununi er 15. maj, og um borgarin ikki ger sínar skyldur, mugu vit taka okkum av tí saman við løgregluni, og tað hava vit fyrireikað okkum til, sigur Tórhild eitt sindur álvarsom.

– Eg haldi, at tað er flott, at Klaksvíkar Kommuna hevur sett pening og orku av til at seta á stovn eina umhvørvisdeild, sum burturav arbeiðir við at verja og bøta um umhvørvið. Endamálið er jú, at vit skulu fáa ein reinari bý og nakrar reinari bygdir í kommununi, og tað er eitt mál, sum er vert at standa saman um!

Nógv virksemi
– Tað, ið kann nevnast av virksemi, síðani umhvørvisdeildin varð setta á stovn, er m.a. gerð av umhvørvisætlan fram til 2020. Hetta arbeiðið fevnir millum annað um, kloakkviðurskifti, burturkast, dálking av náttúruni, drekkivatn, fólkalívsminni, grønar stovnar í kommununi.o.a.

– Endurnýtslupláss skal gerast í Kalsoy. Hetta arbeiðið er í gongd, og vænta vit, at áðrenn summarið kemur, verður arbeiðið liðugt.

– Kunningarfaldarar eru gjørdir, og verður tað gjørt miðvíst fyri at kunna borgaran viðvíkjandi reglum og mannagongdum til eitt nú endurnýtsluplássið, leysgangandi hundar o.a.

– Karantenuøki er í gerð í løtuni úti á Bumshamri við síðuna av endurnýtsluplássinum, og er hetta ætlað til, at um so er, at borgarin ikki ger sínar skyldur viðvíkjandi umhvørvisreglunum, ið kommunan umsitur, so hevur kommunan myndugleika saman við løgregluni, at beina fyri eitt nú bilvraki o.ø., ið liggur og sløðist. Hetta verður flutt á karantenuøki, og um borgarin ikki hevur tikið lutin innan 14 dagar, verður rokning latin eigaranum.

– Økið er liðugt at taka í nýtslu 15. maj, og tá er eisini freistin úti at taka ting upp, sum liggja og sløðast.

– Hesa vikuna er so tann árliga umhvørvisvikan, og skráin er sera fjølbroytt, bæði fyri ung og gomul, upplýsir Tórhild Bjarkhamar, umhvørvisleiðari hjá Klaksvíkar Kommunu.