Leiðarin fyri Klaksvíkar Svimjihøll fegnast um tað stóra talið av vitjandi í svimjihøllini, har tey júst hava tikið í brúk nýggju og rúmligu móttøkuna, har fólk kunnu njóta løtuna við góðum útsýni inn í sjálva høllina.
Samrøða.
Klaksvíkar Svimjihøll hevur ta seinastu tíðina verið fyri stórum broytingum, og hetta hevur havt við sær, at alt fleiri fólk leggja leiðina til Klaksvíkar at vitja og uppliva svimjihøllina og tað, sum hon hevur at bjóða.
Í vikuni vóru vit á gátt í svimjihøllini og fingu eitt prát við Torkil Mørkøre, sum nú hevur virkað sum svimjihallarleiðari í eina tíð.
Fleiri uttanbýggja
enn úr Klaksvík
– Eitt merkisvert og hugaligt, sum vit hava skrásett seinastu tíðina, er, at vit fáa fleiri vitjandi aðrastaðni frá enn úr Klaksvík.
– Serliga eru tað familjur, sum koma í vikuskiftum. Tey koma saman við børnunum at hava eina stuttliga uppliving saman sum familja.
– Samanborið við við undanfarin ár, er vitjunartalið væl hægri í ár. Ein av orsøkunum til tað er, at vit hava havt vitjanir frá mongum skúlum, sum bjóðaðu næmingunum ein svimjitúr í Klaksvík, áðrenn tey fóru í summarferiu.
– Eisini hava legurnar í Nesvík í ár bjóðað børnunum til eitt upplivilsi í Klaksvíkar Svimjihøll. Hetta eru vit sera glað fyri, eisini tí at hetta er gott fyri okkara bý, at vit kunnu bjóða øðrum at vera vælkomin til okkara svimjihøll, sigur ein væl nøgdur Torkil Mørkøre.
Skúlar og
dagstovnar
Verður svimjihøllin nógv brúkt hvønn dag?
– Ja, tað verður hon. Umframt at hava opið fyri almennari svimjing verður høllin brúkt til skúlaundirvísing um morgnarnar.
– Barnagarðar, og stovnar fyri avlamin o.a. hava eisini sína føstu gongd í svimjihøllini.
– Harafturat koma venjingarnar hjá Svimjifelagnum Ægir, sum liggja fastar tíðir upp í 6-8 ferðir um vikuna.
– Vit fegnast eisini um allar teir skúlaflokkar, sum gera brúk av svimjihøllini. Síðani vit fingu baðilandið og økuna hevur áhugin verið sera stórur, so at millum annað skúlaflokkar enntá heilt úr Suðuroy hava vitjað at royna svimjihøllina.
– Tað eru fleiri bygdaskúlar og barnagarðar í Eysturoynni og aðrastaðni, sum ynskja at fáa eina fasta tíð um vikuna fyri at stuðla undir teirra undirvísing, sigur Torkil, sum væntandi fer at staðfesta eitt methøgt tal av vitjandi í svimjihøllini.
Longri opið og
onki aldursmark
– Vit leggja okkum alla tíðina eftir at tillaga upplatingartíðir og –treytir eftir brúkarunum, soleiðis at møguleikarnir hjá fólki at brúka høllina eru teir best møguligu.
– Ein av broytingunum, sum vit hava gjørt fyri tíð síðan, er, at tað nú er møguligt hjá øllum aldursbólkum til eina og hvørja tíð at koma í svimjihøllina, tá ið hon er opin.
– Eisini hava vit longt upplatingartíðirnar sunnudagar við einum tíma fyri at geva teimum møguleika at vitja í svimjihøllini, sum hava hugt eftir fótbólti ella hondbólti o.a. aftan á dystin.
Betri umstøður
til tey vitjandi
– Seinastu tíðina hevur svimjihøllin verið fyri fleiri broytingum og ábótum.
– Eitt nú er nýggj høvuðsinngongd gjørd. Har kanst tú seta teg niður og njóta ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið. Eitt glaspartí skilur gongina frá høllini, og hetta gevur gott sýni inn í høllina frá høvuðsinngongini.
– Hetta ger, at tað nú ber sera væl til at bíða eftir børnum ella øðrum, sum ein er saman við, um ein ikki sjálv ella sjálvur hevur hug at fara útí. Samstundis kann ein hyggja at teimum, meðan tey svimja.
Orkusparandi
tiltøk geva úrslit
– Tað skal nógv orkað til at reka eina svimjihøll í Føroyum. Hyljavatnið skal støðugt hitast upp, og eisini krevja brúsurnar og ventilatónin sítt, upplýsir Torkil Mørkøre.
– Eitt stig á leiðini fyri at fremja eina meiri orkusparandi svimjihøll er, at vit hava skift gomlu ventilatiónina út. Tann gamla var alt ov orkukrevjandi og í sera ringum standi.
– Fleiri ætlanir liggja fyri framman, har endamálið er at gera svimjihøllina til ein enn meiri orkusparandi stovn.
– Hetta arbeiðið hevur eisini longu givið úrslit, tí orkutølini fyri ári 2008 eru longu farin týðandi niður.
– Tá ið vatnlandið bleiv gjørt, varð avgjørt at skifta reinsiverkið út eisini.
– Frammanundan var eitt reinsiverk til allar hyljarnar, men nú er eitt reinsiverk til hvønn hylin sær.
– Hetta ger, at vit kunnu stýra reinsingini meira neyvt og væl. Eisini er nú møguligt at stýra teimum ymisku hyljunum við ymiskum hita.
– Reinsiverkini eru sett saman av sandfiltrum, kolfiltrum og grovfiltrum. Enn verður klor brúkt til at reinsa við, men mongdirnar eru ikki tær somu sum áður, grundað á, at vit stýra PH við syru. Eisini seta vit flokningsevni til, sum ger, at vatnið verður krystallklárt.
– Vatnið í svimjihøllini lýkur øll tey krøv, sum verða sett, og vit eru errin av at kunna bjóða eina dagførda svimjihøll fram viðvíkjandi reinsing av vatni, sigur ein væl nøgdur svimjihallarleiðari.
Fleiri tiltøk í
svimjihøllini
Torkil upplýsir víðari, at hvørt mánakvøld verður skipað fyri kvinnusvimjing.
– Hetta tiltakið hevur fingið sera góða undirtøku, við tað at støðugt fleiri kvinnur møta upp.
– Sum nakað nýtt hava vit bjóðað KLD-Body at gera vatnfimleik hetta kvøldið at byrja við. Ætlanin er kanska at byggja upp á hetta tiltak, soleiðis at øll kunnu koma til vatnfimleik.
– Eisini verður arbeitt við at fáa fleiri tørvir nøktaðar, tá ið tað snýr seg um røkt av likaminum, sum svimjihøllin er væl egnað til.
– Ægir ger eitt stórt arbeiði fyri okkara ungdóm. Svimjihøllin verður mest sum hvønn dag í vikuni brúkt til teirra venjingar Heili 150 børn og ung eru limir í svimjifelagnum. Onnur feløg, eitt nú í Fuglafirði, á Toftum og í Lorvík hava brúkt svimjihøllina til venjingar.
– Pensionistar hava sín fasta tíma hvønn leygarmorgum kl. 09.00 – 10.00. Tey eru umleið 20-30, sum savnast hvørja ferð. Ætlanin er at hava vatnfimleik við teimum eisini fyri at bjóða teimum eitt gott tilboð, sum kann hjálpa teimum, ið hava serligan tørv á at røra seg meira.
Heitasta vatn-
land í Føroyum
Vit bóðu eisini svimjihallarleiðaran greiða stutt frá teimum møguleikum og upplivingum, sum Klaksvíkar Svimjihøll hevur at bjóða, og greiddi hann soleiðis frá:
– Vit bjóða okkara vitjandi 3 hyljar við ymiskum hita. Í lítli hyli, sum er væl egnaður til børn, er vatnið 31 hitastig, í kappingarhylinum er vatnið 28 hitastig, og í vatnlandinum, har økan (rutsjubreytin) er, er vatnið 29 hitastig.
– Vatnlandið og lítlihylur hava helst hægsta hita, samanborið við aðrar hallir í Føroyum.
– Hetta er eitt tilboð, sum Klaksvíkar Kommuna bjóðar sínum borgarum o.ø. at njóta gott av.
– Vatnlandið hevur tveir fossar, tríggjar vatnkanónir og eitt bobluøkið, og sjálvandi ta 44 metrar longu økuna við tíðtaking.
– Umframt hyljarnar er sauna, bæði í kvinnu- og mannfólkadeild. Eisini hava vit tveir heilsuklivar við infrareyðum strálum, sum geva linna fyri gikt og spentar vøddar m.a.
Klaksvík og
svimjihøllin
– Tað er gott, at ein býur sum Klaksvík kann bjóða sínum borgarum og øðrum eina svimjihøll.
– Fólk av øllum slagi og í øllum aldri koma og vitja í svimjihøllini, heilt frá pinkubørnum og upp til aldrandi fólk.
– Vit kundu ikki verðið svimjihøllina fyriuttan, tí hon dregur allar aldursbólkar saman og skapir ein trivnað, ið ein býur sum Klaksvík eigur at hava.
– Okkara ynski er alla tíðina at gera svimjihøllina betri fyri øll tey, sum vitja, soleiðis at tann, sum ynskir at íðka motión, tann, sum kemur fyri at stuttleika sær, og tey, sum vilja fáa viðgerð fyri likamið, kunnu koma í svimjihøllina og fáa sín tørv nøktaðan í umstøðum, har tey kenna seg væl og trygg.
– Vit vildu sæð fleiri vitjandi úr Klaksvík. Hetta er ein sera góð tænansta, sum Klaksvíkar Kommuna bjóðar sínum borgarum, serliga nú karmarnir eru blivnir so góðir, og tað er løgd so nógv orka í at gera svimjihøllina meira innbjóðandi fyri allar aldursbólkar.
– Svimjing er tann ítróttin, sum fram um fleiri aðrar bæði er stuttlig og heilsugóð.
– Nú á døgum kann tað vera trupult hjá foreldrunum at savna alla familjuna saman um okkurt, sum tey øll kunnu njóta saman, men júst her er er svimjihøllin eitt gott stað at bjóða familjuni, tí hon er jú fyri øll í øllum aldri, sigur Torkil Mørkøre, svimjihallarleiðari.




