Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torkil skarar framúr

Danial Viðoy

Tíðindaskriv – Wenzel: Tá ið Wenzel í 2015 gjørdi stuðulsavtalu við Torkil Veyhe, høvdu vit góðar vónir um hampilig úrslit, men at hesi fóru at skara so fram úr, høvdu vit ikki væntað.

Nú eftir árslok hava vit tikið samanum og fyri føroyska súkklaran vóru úrslitini í 2016 hesi:

– Nr 1 Marcello Bergamo Cup (Mai)

– Nr 1 A kapping í Herning (Mai)

– Fekk UCI point – Himmerland Rundt (Mai)

– nr. 2 í Post Cup á Bornholm (juni)

– Fekk UCI point – GP Horsens (juni)

– Nr 9 í DM einkultstarti (juni)

– Útvaldur til koyring í Post Nord Danmark rundt í juli

– Útbrot á 3. etapu í Post Nord Danmark rundt og vann fighter troyggjuna tann dagin og endaði samanlagt nr 2 um tað troyggjuna.

Tilsamans 5 podie pláss í 2016 og ikki færri enn 14 topp 10 pláss.

Torkil Veyhe gevst ikki á hondum, men hevur longu sett kós fyri 2017:

– At vinna eina UCI kapping

– At endurvinna Gull á oyggjaleikum

– At verða millum topp 3 til DM einkultstart

Tað er ikki hvønn dag, at ein føroyingur skarar framúr í súkkluítróttini og vit hjá Wenzel fegnast saman við Torkili um úrslitini.

-Hann hevur viljan og evnini, ið skulu til og tað virðismeta vit, sum nakað dýrabart. Tá ið Torkil røkkur einum góðum úrsliti, eru allir føroyingar vinnarar, sigur Jógvan Højgaard, stjóri í P/F Wenzel at enda..

Harleywoodpaint