Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torleif Johannesen – Bókaútgáva

John William Joensen

Mikukvøldið 19. nov. gevur Torleif Johannesen, trúboðari, út bókina “Trolaralív – søgur úr Barentshavinum” í býráðshøllini í Klaksvík.

Mikukvøldið 19. nov. gevur Torleif Johannesen, trúboðari, út bókina “Trolaralív – søgur úr Barentshavinum” í býráðshøllini í Klaksvík.

Torleif hevur verið við Ennibergi, Sjúrðarbergi, Akrabergi og Gadusi. Í frásøgunum frá hesum túrum fær lesarin nógva ítøkiliga vitan um skipini, fiskiskap og viðurskifti í Barentshavinum.

Ingolf S. Olsen, tíðindamaður, sum aftast í bókini hevur eitt eftirmæli, heldur fyri, at “Hvørt skip á sjónum er sín egni, serstaki siglandi heimur, har lívið verður livað nærum leyst av tí, ið fyriferst á landi.
Hvørt skip hevur sítt sosiala umhvørvi við sínum serligu eyðkennum, serligu persónsmenskum og mannalagnum. Her verða vinarbond knýtt, her verður skemtað, glósað og flent. Men prísurin fyri eitt frælst og huglætt lív, sum sjólívið á mangan hátt er, er saknur og longsul.
Tú verður drigin við umborð av hesi frálíku løtumynd, ið rithøvundurin við sínum lætta frásøguhátti, máli og góðu myndum gevur av lívinum umborð á føroysku langfaratrolarunum”.

“Trolaralív”
Bókaframløga, í býráðshøllini í Klaksvík verður mikukvøldið 19. nov. 2014 kl. 19:00

Skrá:
•Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini, bjóðar vælkomin
•Øssur Kjølbro, Heimamissiónsforlagið, sigur nøkur fá orð
•Systrarnar av Strondum syngja ein sang
•Torleif Johannesen, rithøvundur, greiðir frá søguni handan bókina
•Snorri Brend, tíðindamaður, umrøður bókina
•Systrarnar av Strondum syngja ein sang

Torleif Johannesen signerar bókina
Klaksvíkar býráð bjóðar ein drekkamunn

Øll eru vælkomin

Harleywoodpaint