Dáttliga bórust boðini um at Torleif, eftir stutta sjúkralegu, andaðist týsdagin 12 februar, bert 61 ára gamal.
Torleif Sigurðsson var Javnaðarflokkinum ein hollur stuðul og umboðaði hann Javnaðarflokkin í fleiri álitisstørvum.
Hansara avrik í arbeiðinum at tryggja føroyskum fótbólti altjóða viðurkenning er kend av øllum føroyingum.
Hann umboðaði Javnaðarflokkin í Klaksvíkar býráð í samfull 14 ár. Við Torleifi hevur flokkurin mist ein trúgvan tænara.
Vit drýpa høvur og minnast Torleif við takksemi.
Javnaðarflokkurin vil sýna Elsu Mariu, Sofíu, Margretu, Ernu og familjuni annars okkara djúpastu samkenslu.
Vit lýsa frið yvir minninum um Torleif Sigurðsson.
Javnaðarflokkurin




