Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torleif Sigurðsson nýggjur formaður í KÍ

Norðlýsið

Á ársaðalfundi hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag hóskvøldið var Torleif Sigurðsson valdur til nýggjan formann í felagnum

Torleif Sigurðsson hevur ikki áður verið virkin í nevndararbeiði í KÍ, men er serliga kendur fyri at hava verið formaður í FSF í meira enn 20 ár.

Torleif segði á aðalfundinum hjá KÍ, at hann vil arbeiða fyri at fáa KÍ at virka sum eina sterka og væl samansjóðaða eind.

Hinir nevndarlimirnir vórðu afturvaldir, og nevndin í KÍ er tí mannað soleiðis: Torleif Sigurðsson (formaður), Nichels Lutzen (næstformaður), John William Joensen, ábyrgdarfólk fyri samskifti, Guttorm Sørensen, ábyrgdarfólk fyri fíggjarmál og Kristoffur Ragnarsson, ábyrgdarfólk fyri hondbólt.