Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torleif Sigurðsson, varðaborgarstjóri og havnanevndarformaður, valevni Javnaðarflokksins, skrivar: Sjóflutningsvinnan og fiskivinnan alstóran týdning fyri Klaksvík

John William Joensen

Góðs- og Ídnaðarhavnina í Ánunum, sum havnanevndin seinastu árini hevur arbeitt við.

Tað var í seinnu helvt av 80’unum, at Býráðið tók fyrireikandi stig til byggjan av einari havn norðuri í Ánunum, sum skal hýsa virkseminum hjá millum øðrum sjóflutningsvinnuni og fiskaídnaði í Klaksvík. Semja var um, at trongligu umstøðurnar á vánni – hóast útbyggingar – ikki fóru at nøkta tørvin við framtíðini í huga. Hetta hevur kommunan síðani staðfest, tí teknisku anleggini á vestursíðuni halda ikki til ferðsluna og flutningin í samband við verandi virksemi. Hóast fleiri mió. kr. eru brúktar til at gera neyðugt dýpingararbeiði á vánni, er dýpið hjá djúptstingandi skipum, sum í dag vilja sigla upp á Klaksvík, ikki nøktandi.
 Kreppan mitt í 90’unum førdi til, at allar ætlanir um kommunalar útbyggingar vórðu útsettar, tí lítið var til av peningi, og tørvurin hjá flutnings- og fiskivinnuni kundi tá – so dánt – nøktast. Síðani kom sum kunnugt skjót broyting í, og nú eru umstøðurnar á vestursíðuni ótolandi. Harafturat er bygt á tað seinasta økið, sum Klaksvíkar Havn hevði eftir, og sum var ætlað til fiskivinnu- ella havnaendamál.

Ánirnar
Tá vit fyri 4 árum síðani tóku við býráðsleiðsluni varð ætlanin í Ánunum endurskoðað eisini við atliti til fasta sambandi um Leirvíksfjørð, sum uttan iva fer at hava broytingar við sær. Semja var um at halda fast við verkætlanina, tí brúk verður fyri einari havn í fiskivinnubýnum Klaksvík, sum gevur møguleikar til øll skip, sum sigla og væntast at fara sigla upp á Føroyar komandi mongu árini. Semja var eisini um, at Klaksvíkar Havn skal hava eitt havnaøki til flutningsvinnuna, sum skal verða tøkt og  loyvi verður ikki givið til at byggja á hetta ávísa økið.
 Í stuttum fevnir endurskoðaða verkætlanin í Ánunum  um eitt havnaøki, sum verður yvir 20.000 fermetrar til støddar. Tann sunnars helvtin av havnaøkinum verður tøk hjá flutningsvinnuni og norðara helvtin verður tøk til flutnings-, goymslu- og ídnaðarbygningar. Kaisíðan, sum verður 200 metrar long verður gjørd við 30 metra ro-ro skráa í heimara endanum. Dýpi frammanfyri kaisíðuna verður 12 metrar. Samlaður kostnaður av dagførdari ætlan er roknaður til smáar 40 mill. kr.

Fyri og ímóti
Tey eru fleiri, sum hava givið til kennar, hvørja áskoðan tey hava til ætlanina norðuri í Ánunum, fleiri eru fyri, og onkur er ímóti. Býráðið hevur eisini í fleiri umførum viðgjørt málið, og hevur oftast verið full semja um, at ætlanin skal fremjast skjótast gjørligt. Tí hevur kommunan brúkt umleið 10 mió. kr. til neyðugt útfyllingararbeiði, projekt o.a.
Tá arbeiðið at gera Norðoyatunnilin nærkaðist, gjørdist greitt, at fleiri fyrimunir vóru við at taka grótið til Ánirnar úr Norðoyuatunnlinum, og tí varð ein avtala um grót gjørd millum tunnilsfelagið og kommununa. Tíverri eru seinkingar hjá  Norðoyatunnlinum orsøkin til, at havnin í Ánunum er seinkað. 

Arbeiðið útboðið
Á vári 2003 var arbeiðið at gera kaikantin útbjóðað og átti J&K Petersen lægsta boð. Í august 2003 var avtala gjørd við J&K Petersen um at gera kaikantin, sum tilsamans er mettur at kosta einar  17 mió. kr. Nú er gongd komin á, og verður arbeiðið væntandi liðugt áðrenn summarferiuna í 2005, tá partur av havnini kann takast í nýtslu. Eftir er so endalig liðugtgerð av havnini, sum er mett til einar 10 mió. kr.
Spurningar sum Havnanevndarlimir o.o. oftani hoyra eru: hevur kommunan ráð til slíka verkætlan ? hvussu verður arbeiðið fíggjað ? og er vegasambandi til Ánirnar nøktandi ? v.m.

Ongan stuðul
Kommunan hevur seinastu árini fleiri ferðir søkt landsstýrið um stuðul til útbyggingarnar á Klaksvíkar Havn, men hevur fingið noktandi svar í hvørjum føri. Hetta, hóast aðrar havnir hava fingið og fáa játtaðan stuðul til sínar verkætlanir. Tí hevur kommunan verið noydd til, í fleiri umførum og uttan stuðul, at leggja pening út til átrokandi verkætlanir á havnaøkinum, sum annars høvdu verið býttar millum land og kommunur.
Tey árini, tá lítlar og ongar íløgur vóru gjørdar á Klaksvíkar Havn gav raksturin eitt fitt avlop, sum var eitt gott íkast til slunkna kommunukassan. Afturat hesum skal roknast tann peningur, sum viðskiftafólkini (kundarnir) hjá Klaksvíkar Havn leggja eftir seg í kommununi. Havnanevndin hevur tað áskoðan, at nú má Klaksvíkar Havn fáa peningin aftur, til átrokandi verkætlanina í Ánunum, og hetta hevur býráðið samtykt.

Norðoyatunnili
– Vegaætlan
Kommunan hevur dagført vegaætlanina í samband við Norðoyatunnilin, nýggju havnina í Ánunum, tungu ferðsluna o.a.. Nú verður arbeitt við kommunalu vegunum, har tað eisini liggur frammalaga, at gera vegasambandi gjøgnum býin til Ánirnar nøktandi, meðan bíðað verður eftir landsvegnum frá Oyravegnum til Ánavegin. Býráðið hevur staðiliga heitt á landsins mynduleikar um at virka fyri at hesin landsvegurin norður um fjall verður gjørdur skjótast gjørligt, og sum eitt natúrligt framhald av vegagerðini í samband við Norðoyatunnilin. Semja er millum landsvegamynduleika og kommunu um, at vegurin skal verða landsvegur, og at arbeiðið skal raðfestast.
Væntandi ganga ikki fleiri ár, áðrenn koyrandi verður frá øllum økjum í býnum eftir kommunala ringvegnum, og á landsvegnum á eystursíðuni norð til – millum annað – havnaøkið í Ánunum. Hetta er alt ein ætlan, sum býráðið miðvíst hevur arbeitt fram í móti seinastu árini.  

Torleif Sigurðsson
havnanevndarformaður