Varðaborgarstjórin, Torleif Sigurðsson, er sera hvassorðaður og sær hetta sum eina roynd hjá Strandfaraskip Landsins at brúka Leirvíksfjarðarleiðina fyri at fáa meiri játtan frá løgtinginum.
- Vit kunnu als ikki góðtaka at tænastan um Leirvíksfjørð gerst verri enn hon er í dag.
Samstundis hava vit ilt við at skilja at farleiðin um Leirvíksfjørð skal brúkast sum trýst mótvegis politikarum fyri at fáa meiri játtan til stovnin.
Gev privatum møguleika
Torleif Sigurðsson sigur at um Strandferðslan ikki megnar at røkja farleiðina, – ja so eiga aðrar loysnir at verða umhugsaðar.
Tað kann tykjast løgi at eg sum javnaðarmaður skal mæla til at leiðir verða privatiseraðar, men vit mugu ásannað at um Strandfaraskip Landsins ikki megnar at røkja rutuna so eiga vit at loyva privatum frammat!
Torleif sigur at enda, at við tí virksemið, sum er á farleiðini í dag, undrar tað hann stórliga at honn ikki gevur avlop.




