So eru torradagarnir skjótt aftur á skrá, nevniliga 16. – 20. februar, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari, sum hevur skránna um hendi.
Meir verður at frætta um skránna seinni, men arbeitt verður m.a. við at fáa fiskivinnutingið á skrá. Annars verða vónandi tey kendu tiltøkini við framsýningum, framløgum, hugnaløtum, kvøldsetum og caféum. Opið skip á Draganum plagar at vera eitt afturvendandi tiltak.
Kendi danski veðurmaðurin á DR1, Jesper Theilgaard, sum plagar at hava týðandi leiklutir á veðurlagsráðstevnum úti í heimi, kemur at greiða frá veðurlagsbroytingum og vánunum um framtíðar veðrið.
Vit frætta meir frá torraskránni seinni, sigur Dávur Winther, sum fyrireikar Torradagarnar á hvørjum ári.




