Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar: Hummarasøla í Gamla Seglhúsið

Torradagar í Klaksvík

Leygardagin 21. februar kl. 13.00 – 18.00 í Gamla Seglhúsið

Hummarasøla verður, har møguleiki er at keypa livandi hummara á torginum niðanfyri Gamla Seglhúsið. Gutti Winther borðreiðir við hummarasúpan inni í Gamla Seglhúsinum.

Á Torra-døgum verður skipað fyri hummarasølu á torginum niðanfyri Gamla Seglhúsið, har til ber at keypa livandi hummara. 

Inni í søguliga húsinum fer kendi kokkurin Gutti Winther at borðreiða við hummarasúpan. Símun Gulaksen frá Gamla Seglhúsinum greiðir frá, at listarframsýning hjá Eyðun av Reyni eisni er á skránni hesar dagarnar, so møguleikarnir eru fleiri í gamla húsinum.

Tey hava fyrr havt hummarasølu á torginum og hevur undirtøkan verið framúr góð. Fyrstu ferð høvdu eisini eitt serligt slag av svørtum hummarum at selja. Talan er um tær væl umtóktu Blue Tale Lobster, sum kunnu viga heilt upp til 3 kilo. Hesum hummarum verður roynt at fáa fatur á aftur í ár, so at fólk kunnu vænta sær nakað heilt serligt á torginum uttan fyri Gamla Seglhús.

Símun sigur, at torgið hevur víst seg at rigga serstakliga væl til slík høvi. Afturat torginum eru góðar umstøður inni í søguliga húsinum, har Eyðun av Reyni sýnir fram verk síni.

– Vit ynskja at bjóða fólki innar at hyggja at húsinum, at njóta listarframsýningina og ikki minst til ein munngóða súpan frá navnframa Gutta Winther, sigur Símun at enda og bjóðar øllum at vera vælkomnum inn í Gamla Seglhús á Torra-døgunum.