Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar í Klaksvík 15. til 20. februar 2016

Dávur Winther

So vóru teir aftur aftur her, Torradagarnir 15. – 20. februar 2016. Hesir fólkakæru og hugnaligu dagar við nógvum ymiskum á skrá, har serliga sjógvurin, sjóvinnan, fiskur og fiskiskapur og tað, sum knýtir seg at hesum, er á skrá.

So vóru teir aftur aftur her, Torradagarnir 15. – 20. februar 2016. Hesir fólkakæru og hugnaligu dagar við nógvum ymiskum á skrá, har serliga sjógvurin, sjóvinnan, fiskur og fiskiskapur og tað, sum knýtir seg at hesum, er á skrá.

Hetta er 10. ferðin, at skipað verður fyri Torradøgum í Klaksvík, og sigast má, at vit hava tikið Torradagarnar til okkum sum viðkomandi og kærkomnir í tomu vetrartíðini, eins og Norðoyastevnan, Summarfestivalurin, Sjómannadagar og hinar stevnurnar eru tað um á sumri.


Torri

Torri stavar frá tí gomlu tíðarrokningini, har hetta var navnið á mánaði, sum byrjaði fyrstu tendring eftir jól og vardi fram til næstu tendring.

Mánaðirnir vórðu kallaðir jóla, torri, góa, einmánaði og so frameftir. Torri kann eisini verða sett í samband við tvørra, við merkingini “minka”. Her verður hugsað um, at mánin er í minking (hvørvandi sól) – at veturin er farin at halla ella minka.

Torri hevur eisini verið sett í samband við turrur, her m.a. hugsað verður um veðrið ta tíðina á árinum. Gongur fram móti ljósari tíðum!

Útróðrarmenninir tosa um torrafisk í hesum døgum – Tí fiskurin kemur longur inn á grunnin at gýta. Hesa tíðina er fiskurin væl fyri og hevur rogn. Hesa tíðina varð av góðum grundum etin annarleiðis tilgjørdur fiskur, sum t.d. kundi vera fyltur á serligan hátt, m.a. við rogni og livur.

Tom tíð

Av tí at Klaksvík, fiskivinnuhøvuðsstaður Føroya, er nógv knýttur at fiskivinnuni – samstundis sum torratíðin á landi er friðarlig og tom eftir stóru jólahalguna, verður hildið skilagott at gera nakað serligt burturúr hesum tíðarskeiði. Tí fekk hetta tiltakið eisini navnið Torradagar.

Í ár verður byrjað við konsert á Ósáskúlanum mánadagin 15. februar. Osmund Justinussen hugleiðir um eygleiðingar av veðri og fiskaríi – hvussu fiskurin hevur ferðast, eisini í mun til veður.

Í Smæruni verður skipað fyri fleiri hugnaløtum, har sjómenn siga frá, og eisini verður ein myndaframsýning.

Fiskivinnutingið

Tað spennandi og viðkomandi fiskivinnutingið, sum altíð er sera væl vitjað, og har tú sleppur at siga tína hugsan og hjartans meining, er eisini á skrá mikukvøldið í Torravikuni – beinleiðis útvarpað.

Til ber at vitja Kópakonuna við skjótt gangandi báti, í Leikalund er ymiskt á skrá, ein siðsøgulig gonguferð og aðrir fyrilestrar, listaframsýning við Frits Johannesen á Posthúsinum og ymisk onnur tiltøk eru á skrá, sum kunnað verður um.

Leskiligu matstovurnar í býnum – hjá Jórun, Fríða, Jacqson og aðrar við – plaga at hava serligar torra-matseðlar á skrá við annarleiðis matskrá, har borðreitt verður við ymiskum úr fiski.

Men tey, ið ynskja sær lagaligt rull undir borðiskinum, kunnu fara umborð á Dragan at fáa sær stormsúpan og annars at verða kunnað um, hvat fyriferst umborð á Draganum.

Forkunnug veðurforsøgn

Torradagar enda við eini serstakari og áhugaverdari frameftirlítandi veðurforsøgn.

Tað er kendi veðurmaðurin á DR, Jesper Theilgaard, sum eisini er kendur í altjóða høpi frá veðurlagsráðstevnum, ið fer at gera sínar metingar um, hvussu hugsast kann, at veðrið fer at hátta sær um 20 – 30 ár. Verður meira vindur, meira regn, vatnstøðan hægri, kaldari, heitari o.a.?

– Hesin fyrilesturin, sum verður í Ósáskúlanum leygardagin 20. februar, hevur eisini vakt ans hjá m.ø. SEV, sum er “brúkari av veðrinum”. Teir hava lagt seg eftir at framleiða meira grøna orku, og koma teir tí eisini at hava eitt lítið íkast við viðmerkingum og fyrispurningum í mun til tær metingar, Jesper Theilgaard kemur við.

Tú sum veður áhugaður – hvør er ikki tað í Føroyum – sleppur eisini at seta veðurmanninum frá á DR, Jesper Theilgaard, spurningar og viðmerkingar.

Jú, vit kunnu biðja góðar Torradagar!

Fakta:

Jesper Theilgaard – 1955, Odense, útbúgvin veðurfrøðingur, hevur verið á veðurtænastuni hjá Keypmannahavnar lufthavn í 12 ár. Verið á Danmarks Meteorologiske Institut har hann eisini var við til at umskipa stovnin.

Síðani 1990 hevur Jesper verið á TV-avísini hjá DR, har hann ger verðurforsagnir. Jesper er kendur í altjóða høpi, har hann ofta er at síggja á veðurlagsráðstevnum, sum ein virdur fyrilestrarhaldari úti í heimi.

Jesper Theilgaard hevur skrivað fleiri bøkur um veðrið:

  • Svæveflyvningen og vejret, 1992
  • Vejret omkring os, 1993
  • Vejrkalender (kemur út hvørt ár)
  • Vejret for dig (4 barnabøkur om Regn, Sól, Vind og Kava sett saman í eina bók)
  • Vejrhåndbogen
  • Det danske vejr, 2006
  • Verdens vilde vejr, 2008
  • Vejret i kunsten, 2012