Í kvøld kl. 19.30 verður virðislønta krimisøgan "Sólstormuar" eftir Åse Larsson í fokus.
Klokkan 19.30 í kvøld fara vit aftur at hittast á bókasavninum at tosa um eina bók. Hesuferð verður tað krimisøgan “Sólstormur” hjá Åsa Larsson. “Sólstormur”er fyrsta skaldsøgan hjá Åse Larsson, og hon er ógvuliga væl móttikin. Í Svøríki er bókin seld í meira enn ¼ millión eintøkum, og hon er eisini týdd til fleiri mál. Åse Larsson hevur fingið “Svenska Deckaraakademins pris för besta svenska krimidebut” fyri hesa krimisøguna. Hetta er á øðrum sinni, at eitt tílíkt bókakvøld verður á bókasavninum. Fyrru ferð var í november, og tá møttu fleiri fólk, og kvøldið var sera væl eydnað. Vónandi koma eisini fleiri tann 20. februar, har vit sita í hugnaligum umhvørvi við einum kaffimunni og tosa um eina góða krimisøgu.




