Framsýning av handarbeiðið, café og opið hús á Húsarhaldsskúla Føroya í dag frá kl. 16:00 – 21:00
Skeiðið hjá teimum 21 næmingunum, sum hava gingið á Húsarhaldsskúla Føroya er um at vera liðugt, og í tí sambandi skipa næmingarnir á skúlanum fyri stórar framsýning av tí handaliga arbeiðinum, sum teir hava arbeitt við teir seinastu 7 mðr. Undirvíst hevur verið í hondarbeiðslærugreinunum: binding, hekling, tilskering, seyming, silkimáling, brodering, føroysk bond og ullarbeiði.
Á framsýningini verður høvi hjá teimum vitjandi at fara á café, og fáa ein góðan køkubita, sum næmingarnir hava bakað afturvið einum góðum kaffimunni.
Framsýningin er opin í dag, týsdag 20., frá kl. 16:00 – 21:00
Øll eru hjartaliga vælkomin.




