Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar í Klaksvík 19. til 24. februar: Forkunnugar filmsframsýningar í Atlantis

Norðlýsið

Umframt vanligu biografframsýningarnar verða fýra eldri filmar sýndir í Atlantis á torradøgunum

Í Torravikuni verða fleiri áhugaverd tiltøk í Mentunarhúsinum Atlantis. Umframt vanligu biografframsýningarnar verða fýra eldri filmar sýndir, ið óivað kunnu vekja nógv góð filmsminnir hjá tilkomna ættarliðinum og samstundis geva teimum yngru spennandi filmsupplivingar. Eisini eru tríggir fyrilestra um fiskivinnurelaterað evni í mentunarhúsinum.

Ordet

Mánadagin og mikudagin verður svart/hvíti filmurin “Ordet” (1943), sum Kaj Munk hevur skrivað sýndur. Filmurin snýr seg um eina danska familju undir seinna heimsbardaga, sum hevur ein sálarligan sjúkan son, sum heldur hann er Jesus og gongur og siterar skriftstøð.

Blåvand Melder Storm

Týsdagin er danski romantiski sjómansfilmurin filmurin “Blåvand Melder Storm” (1938) sýndur.

Svend kemur heim eftir at hann hevur verið stýrmaður í eitt ár. Pápin hjá Inger og Svend hevur leingi bíðað eftir honum. Harafturímóti er beiggin hjá Svend, Thorsten, øvundsjúkur á Svend. Øvundsjúkan stendur enn við og Thorsten oyðileggur sendaran, soleiðis at Svend og Inger ikki kunnu tosa saman. Tá verður boðað frá ‘blávatnsstormi’.

Till Death Us Do Part

Hósdagin er enski skemtifilmurin “Till Death Us Do Part” (1969) á skránni. Filmurin byrjar beint eftir at seinni heimsbardagi byrjaði í september 1939. Skipasmiðuarbeiðsmaðurin, Alf Garnett, og hansara deiliga kona Else hava einans verið gift í nakrar vikur og eru longu kedd av hvørjum øðrum. Filmurin vísur teirra lív undir London blissinum og seinni tá dóttur teirra er tilkomin og m.a. giftist í eini katólskari kirkju stavast trupulleikar av hesum.

Telemarkens Helte

Mánadagin er eisini ein annar spennandi filmur á skránni. Talan er um “Telemarkens Helte”, sum Anthony Mann hevur leikstjórnað. Kirk Douglas og Richard Harris eru millum leikararnar í hesum filminum, har norskir mótstøðu menn sabotera eina verksmiðu í Telemarkini, sum Nasistarnir búrka til at framleiða tungt vant til kjarnorkubumbur.

Onnur tiltøk

Umframt omanfyrinevndu filmar verða aðrir nútímans filmar sýndir. Eisini verða fleiri onnur tiltøk í Atlantis í Torravikuni. Eitt nú verður sjónleikurin ‘Søgan um ein soldát’ sýndur mikudagin og hósdagin. Meir um hetta seinni.

Fleiri fyrilestrar verða eisini í Atlantis. Mánadagin 19. heldur Bjarti Thomsen fyrilestur undir heitinum ‘Skynsamur reiðskapur’. Týsdagin er tað Høgni Debes, ið fer at tosa um ‘Gróður á Havsinsbotni’. Hósdagin er aftur fyrilestur um fiskivinnurelaterað evni, tá Regin Reinert heldur fyrilestur við heitinum ‘Fíggjarligt gott veiðutrýst’