Jósvein á Hædd fer á Torradøgunum at greiða frá sjólívi sínum. Tað ger hann í Smærini – í kjallaranum á Sambýlinum á Heygnum í Klaksvík í dag kl. 16.00.
Jósvein á Hædd fer á Torradøgunum at greiða frá sjólívi sínum. Tað ger hann í Smærini – í kjallaranum á Sambýlinum á Heygnum í Klaksvík fríggjadagin 21. februar kl. 16.00.
Jósvein er kanska einamest kendur frá Støðini, Telefonstøðini ella Føroya Tele, sum tað seinni kom at eita. Har arbeiddi hann í 36 ár.
Men sjófarsbókin hjá Jósvein sigur, at fyri tað hevur hann siglt í 16 ár og av teimum verið 15 ár á sjónum – so ikki kann sigast at nógv frítíð hevur verið.
Jósvein sigldi við fýra ymiskum trolarum, m.a. 7 ár við Jóannes Patursson og 8 ár við Skálaberg, so hann hevur nógv áhugavert at siga frá – har hann eisini hugleiðir eitt sindur um torra. Eisini verður greitt frá flótitrolinum, sum tá var nýggjur og annarleiðis fiskireiðskapur.
Trolarnir vóru kolfýrdir og høvdu stóra maskinu, sum kravdur eina serliga røkt og ikki minst skuldu teir ambætast væl við nógvum koli.
Frásøgnin hjá Jósvein á Hædd verður í Smærini – í kjallaranum á Sambýlinum á Heygnum í Klaksvík fríggjadagin 21. februar kl. 16.00, sum eisini bjóðar uppá felagssang, har Martin Heldarskarð og Erland Jacobsen leika á harmoniku.
Til ber lagaliga at keypa sær ein kaffikopp við køku afturvið.




