Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torradagar: Vælkomin umborð á Dragan

Torradagar í Klaksvík

Øll eru vælkomin at vitja umborð Torradagarnar frá kl. 16 – 18

Dragin – Opið skip:

Í Torravikuni

Hósdag, fríggjadag

og leygardag kl. 16 – 18

www.dragin.fo


Øll eru vælkomin at vitja umborð Torradagarnar frá kl. 16 – 18


Vit hava eitt gamalt orðafelli, sum sigur, at “ føroyingurin er føddur við ár í hond .“

Hetta er neyvan galdandi í dag, men fara vit meira enn 50 ár aftur í tíðina, so var tað óivað rætt. Tá var vanligt, at pápar og abbar rættiliga tíðliga tóku dreingirnar við á flot fyri at læra teir at rógva, fiska, at hava ættarskil og læra teir at hava skil á streymi. Sum 14 ára gamlir fóru teir ofta til skips, har teir gomlu lærdu teir vanligan sjómansskap, og soleiðis gjørdist teir seinni til skilamenn á sjónum.

Hjá føroyingum verður altíð neyðugt at sigla

Hóast føroyska samfelagið er fullkomiliga broytt á nógvan hátt, – og føroyingurin við – so verður tað eisini í framtíðini neyðugt hjá føroyingum at sigla. Tí noyðast vit í dag at læra tey ungu góðan sjómansskap umborð á einum føroyskum skúlaskipið. Hetta er ikki bara galdandi fyri teir, sum seinni í lívinum ætlað at verða sjómenn, men eisini fyri øll – kvinnur sum menn, sum seinni í lívinum á ein ella annan hátt koma at ferðast á sjónum.

Vit kunnu t.d. bregga okkum av, at ein kvinna, sum 14 ára gomul byrjaði at læra “sjómansskap” umborð á okkara skúlaskipi, Draganum – í dag siglir hon sum skipsførari á stórum bingjuskipi úti í víðu verð. So kvinnum tørvar ikki at smæast burtur á hesum øki.

Í meira enn 30 ár hava næmingar í fólkaskúlanum í Klaksvík kunna valt lærigreinina “sjómanslæru”. Í 1993 fóru menn undir at umbyggja “Dragan” til segl/skúlaskip og tey seinastu 12 árini er øll frálæran, – bæði bóklig og verklig – farin fram umborð í skúlaskipinum bæði summar og vetur.

Hesi árini hava einir 240 næmingar havt sjómanslæru umborð á Draganum.

“Dragin” liggur við Varpabrúnna – søguliga staði, har fyrsta skipið hjá føroyingum “Royndin Fría” hevði sína sleipistøð og lá fyri teym fyrst í 1800-talinum.


Hvat læra næmingarnir?

Torradagarnar – t.v.s. hósdagin 19. februar, fríggjadagin 20. febr. og leygardagin 21. februar – hevur skúlaskipið “opið skip” frá kl. 16 – 18.

Øll eru vælkomin umborð at síggja umstøðurnar, har næmingarnir læra sjómansskap

m.a. gera ymiskt togverksarbeiði t.d. spleysa, takla og bensla og annað.

Poli Mikkelsen, lærari á Klaksvíkar Sjómansskúla og Hans Eli Hansen, lærari, greiða frá.

Eisini er møguligt at fáa ein kaffimunn.


Nýmótans útgerð:

Skúlaskipið hevur alla nýmótans navigatiónsútgerð – m.a. elektronisk sjókort og AIS-skipan,

og í salongini kann ein síggja, hvussu henda skipan riggar á flatskermi.

Hevur tú áhuga fyri sigling?

Umframt at læra skúlanæmingar sjómansskap, so er endamálið hjá “Draganum” eisini, at

skapa áhuga fyri sigling hjá teimum tilkomnu. Hevur tú áhuga fyri sigling, so ert tú vælkomin umborð at práta við okkum. Ein og hvør kann gerast limur í felagnum óansæð búðstað.


Dragin – Opið skip:

Í Torravikuni

Hósdag, fríggjadag

og leygardag kl. 16 – 18

www.dragin.fo